Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

KÍ er úti av Conference League eftir brotssparkskapping

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.08.2025 - 22:57 Ítrottur Tíðindi

Tað sá leingi út sum, at KÍ fór at koyra samlaða sigurin heim í Ungarn, men so skoraði Neman tvey mál og avgjørdi uppá brotssparkskapping.

Talan var annars fyrstu 80 minuttirnar um ein javnan dyst, har lítið hendi. Neman var kanska omaná og hevði bóltin nógv meira, men teir komu sjáldan til nakran góðan møguleika. KÍ hevði onkra góða roynd, men KÍ tóktist mangla yviraskotið til at hótta, tá Neman satsaði meir og meir. Gjøgnum dystin misti KÍ lyklaleikarar, sum plaga at spæla allar minuttirnar. Fyrst Odmar Færø í fyrra hálvleiki og síðani Hall Hansson og Páll A. Klettskarð í seinna hálvleiki. Helst viknaði tað um liðið. Eisini kann spurnartekin setast við, um KÍ brúkti rætta leikaravalið móti B68, tí leikarar hava brúk fyri hvíld bæði kropsliga og mentalt.

Í 80. minutti skoraði Neman eftir miseydnaða afturlegging og løtu seinni var 2-0, tá bólturin umvegis eitt KÍ-bein endaði í málinum. Tvey tilvildarlig mál, men tað var tað, sum mong eisini vístu á undan báðum dystunum, at Neman er eitt lið, sum kann skora nógv mál burturúr lítlum.

Í brotsskarkskappingini skoraðu allir hjá Neman, meðan eini KÍ-leikarin skeyt viðsíðuna av.

KÍ er sostatt úti av altjóða fótbólti í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…