Ávirkari hevur yvir 100.000 fylgjarar – uttan at vera verulig
Vit skulu vænta at síggja nógv fleiri ávirkarar, sum eru skapaðir við kunstigari intelligens í framtíðini, sigur ein serfrøðingur. Mia Zelu er ein vitlíkisávirkari, sum fór viralt, tá ein mynd av henni varð lagt út frá Wimbledon. Ein nýggj “ætt” av ávirkarum ella influensarum, ið eru gjørdir við vitlíki, eru vorðnir sera populerir á sosialum miðlum. Hetta eru teir sonevndu vitlíkisávirkararnir.
Hetta varð serliga týðiligt í juni, tá ein mynd av tí kunstiga Miu Zelu fór viralt, eftir at “hon” var á Wimbledon. Myndirnar av tí ljóshærda ávirkaranum, sum situr í hvítum klæðum millum aðrar áskoðarar, eru at síggja í fleiri miðlum. Millum annað hava Peoples Magazine, Zetland og Daily Mail skrivað um uppspunna ávirkaran.
Fólk eru drigin at tí perfekta
Mia Zelu hevur í løtuni 167.000 fylgjarar á sínum Instagram-vanga, og hóast talan ikki er um ein veruligan persón, verða nógv kortini drigin at universinum hjá hesum fiktiva ávirkaranum. Hetta kemst av, at menniskju, kanska serliga menn í hesum føri, verða drigin at fylgja við hjá teimum, sum liva eitt lív, sum er nógv betri og øðrvísi enn okkara egna, sigur Lise Bach Lystlund, dátugreinari og lærari í vitlíki á Teknologisk Institut, og sum eisini er stovnari av tøkni-felagsskapinum Co-Coders.
– ”Tað er lætt at byggja eitt dreymalív við vitlíki, tí tú skalt bara skriva, hvat tú vilt hava, og so fært tú tað”, sigur hon við TV2.
Umframt at deila sítt “lív” við konsertum, tenniskappingum og ferðing, kann ein eisini finna meira ”persónligt” innihald á vanganum hjá Miu Zelu. Til dømis hevur tann, sum hevur skapt vangan, lagt út eina mynd út við einum teksti um sálarliga heilsu.
– ”Veitst tú, hvat er orkukrevjandi? At lata sum um, at tú hevur tað gott, meðan tú spakuliga brennur út”, stendur millum annað undir myndini av henni, meðan hon situr á eini kafé við einum kaffikoppi í hondini.
Fleiri av sama slagi
Mia Zelu er ikki tann einasti fiktivi ávirkarin, tú kanst møta, tá tú scrollar gjøgnum sosialar miðlar. Hon legði til brots á Instagram í mars, eftir at “systirin”, Ana Zelu, ein annar vitlíkisávirkari, sum hevur verið virkin síðan januar 2024, vísti hana fram á sínum vanga.
” Tað skapar mistrúgv millum okkum sum menniskju, tí vit kunnu ikki líta á tað, vit síggja”, sigur Lise Bach Lystlund, dátugreinari, og hon heldur fram: ”Eitt annað dømi er Aitana Lopez, sum hevur 375.000 fylgjarar og virkar sum modell hjá The Clueless, sum er eitt vitlíkisdrivið felag fyri modellir. Fleiri mótahús eru eisini farin at brúka vitlíkisgjørd modell til at vísa síni klæði fram, og tann bylgjan fer at halda fram”, sigur Lystlund eisini.
– ”Tað er skjótari og bíligari, og tú kanst fáa modellir, sum síggja út júst sum tú ynskir, so hetta er heilt víst nakað, vit fara at síggja nógv meira av. Uppaftur eitt annað dømi er ítróttarmerkið Puma, sum hevur ”vitlíkissendifólkið” Lailu Khadraa í front. Hon er skapt av talgilda felagnum Loop, og hon hevur fingið eina persónligheit, sum passar inn í universið hjá Puma”.
Ein parallellur heimur
Hóast tað kann tykjast óskyldugt, at ein persónur situr á áskoðaraplássunum til Wimbledon, er vitlíki problematiskt, tí vit skapa ein parallellan heim, sum ikki finst, og har vit ikki longur vita, um tað er veruleiki ella ikki. Lise sigur eisini, at tað í framtíðini kann vera eitt heilt marknaðarfelag fyri vitlíkisgenereraðar ávirkarar, sum lýsa fyri fyritøkur á sama hátt, sum veruligir ávirkarar gera í dag. Hetta kemst av, at vitliki ger tað lættari og meira atkomiligt at gera lýsingar.
– ”Um tað er ein vakur ávirkari, sum skal sita til Wimbledon við einari Coca Cola í hondini, so nýtist ein ikki at hava atgongd til Wimbledon fyri at gera tað. So eg hugsi, at tað er ein vinnumøguleiki fyri tey, sum standa aftanfyri vangarnar. Við hesi menning verður tað enn torførari hjá brúkaranum at skilja, hvat er veruleiki, og hvat er vitlíki ella AI, og tað er óheppið”, sigur Lise Bach Lystlund, og leggur afturat, at ”tað er sannlíkt, at fleiri AI-ávirkarar fara at koma fram á okkara sosialu miðlum í framtíðini, og at fyribrigdið eisini breiðir seg til Danmark”, sigur hon.