Lýsing
Lýsing
Lýsing

Málið um arbeiðs- og uppihaldsloyvi er komið í Løgtingið

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  14.08.2025 - 13:52 Politikkur Tíðindaskriv

Tað gevur ikki meining, at viðgerðartíðin er blivin longri, eftir at málið er yvirtikið, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður.

 

 

Málið um viðgerðartíðina hjá Útlendingastovuni er nú blivið eitt tingmál. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sett Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, ein §52 a fyrispurning um málið.

Helgi Abrahamsen spyr stutt og greitt: “Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at stytta viðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi?”

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen til eitt innslag í Degi og Viku tann 12. august, har ið sagt varð, at manglandi arbeiðsorka á Útlendingastovuni er ein av høvuðsorsøkunum til, at viðgerðartíðin er blivin longri.

“Eitt av endamálunum við at yvirtaka ymisk málsøki má vera, at vit sjálvi kunnu veita eina betri tænastu eftir at málsøkið er yvirtikið,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann vísir á, at vit hava í áravís hoyrt, at tað var ein stórur trupulleiki, at útlendingamál ikki vóru yvirtikin, og hetta skuldi vera orsøk til eina alt ov langa viðgerðartíð. Spurnartekin hava eisini verið sett við rættartrygdina hjá umsøkjarunum, tá viðgerðartíðin er blivin so long.

“Tí gevur tað ikki meining, at viðgerðartíðin er blivin uppaftur longri, eftir at málsøkið er yvirtikið,” sigur hann.

Tingmaðurin sigur seg ganga út frá, at landsstýrið kennir hesa støðuna, og hevur eina ætlan fyri, hvussu málið skal loysast, og tí hevur hann sett fyrispurningin.

Landsstýrisfólk hava 10 yrkadagar til at svara §52 a fyrispurningum.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…