Lýsing
Lýsing
Lýsing

Syngja jólini inn í Skálafirði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.12.2025 - 18:06 Mentan Tíðindi

“Vit sygnja jólini inn” verður 23. desembur kl. 21, og Keldan letur frætta, at øll eru vælkomin at vera við

 

Nú jólaperur tendrast um alt landið, og hugnin breiðir seg, minnir tað okkum á jólasang og felagsskap.

Í Kelduni verða jólini aftur í ár sungin inn – eins og tey hava verið seinastu tvey áratíggjuni. Sangurin rungar um alt húsið, og nógv eru tey, ið plaga at leita sær í Kelduna hetta kvøldið.

Á skránni er nógvur felagssangur og fýra framførslur.

“Vit sygnja jólini inn” verður 23. desembur kl. 21, og Keldan letur frætta, at øll eru vælkomin at vera við. Aftan á verður kaféterian opin, og Keldan bjóðar øllum heitar eplaskivur, karamellur og mandarinir.

Ein innsavnan verður - peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál. Øll, ið vilja, kunnu lata til tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið