Lýsing
Lýsing
Lýsing

Johan Dahl spyr, hví byggingin av H-bygninginum er farin av sporinum

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  15.08.2025 - 10:12 Politikkur Tíðindaskriv

Bæði Løgtingið og borgarar hava rætt til greiðar og álítandi upplýsingar um, hvat eftir er at gera, og í hvørjum pørtum av bygninginum broytingar mugu gerast ella endurskapast, og hvør samlaða rokningin fyri at gera arbeiðið liðugt verður.

 

 

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

 

Spyrjari:  Johan Dahl, løgtingsmaður

 

Svarari:  Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

 

Evni:  H-bygningurin

 

Spurningar:  

  • Hvussu kann ein byggiverkætlan, har Heilsuverkið hevur havt bygginevnd við í allari tilgongdini, og har verkfrøðingar, arkitektar, ráðgevar og eftirlit hava verið knýtt at frá fyrsta degi, og fastir byggileiðslufundir hava verið, kortini fara so mikið av sporinum, sum byggingin av H-bygninginum er farin?
  • Ætlar landsstýriskvinnan at kanna málið til fulnar, við óvildigum fakfólkum við servitan og kunnleika til bygging i Føroyum, so ábyrgdin hjá teimum pørtum, ið hava staðið fyri byggingini, verður staðfest, og endurgjaldskrav kann verða kravt fyri tað, sum er farið fram?
  • Kann landsstýriskvinnan  greiða frá, hvat eftir er at gera, hvat skal skiftast og broytast ella endurgerast, og hvat samlaði kostnaðurin fyri at gera bygningin lidnan verður tá avtornar?
  • Kann landsstýriskvinnan vátta ella avsanna, at valda tilfarssamansetingin og mátin, ið bygningurin er klæddur uttan, er gjørt á ein hátt, sum væntandi fer at elva til álvarsligar trupulleikar innan stutta tíð - bæði við tering og møguliga við soppi?

 

Viðmerkingar:

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum er eitt álvarsamt dømi um, hvussu ein almenn byggiverkætlan við fullari fakligari umboðan og skipaðum eftirliti kortini kann enda við so stórum avvikum kostnaðarliga og stórum avbjóðingum gjøgnum byggitiðina. Hetta reisir grundleggjandi spurningar um stýring, ábyrgd og dygd í byggiverkætlanum, har almenningurin rindar rokningina.

Tað er alneyðugt, at hetta málið verður kannað til fulnar, og at ábyrgdin verður staðfest. Har, sum mistøk ella vánalig stýring er staðfest, eigur eisini at verða hugsað í endurgjaldskrøvum. Um eingin verður drigin til ábyrgdar, sendir hetta eitt skeivt signal, sum kann undirminera álitið á framtíðar almennar byggiverkætlanir.

Bæði Løgtingið og borgarar hava rætt til greiðar og álítandi upplýsingar um, hvat eftir er at gera, og í hvørjum pørtum av bygninginum broytingar mugu gerast ella endurskapast, og hvør samlaða rokningin fyri at gera arbeiðið liðugt verður.

Um tilfar og byggiháttur bera í sær tekin um, at skeivt er farið fram, og at hetta kann føra til avbjóðingar og enn meira eykaútreiðslur, tá ikki langt er fráliðið, so eigur hetta at verða staðfest uttan drál, so neyðug stig kunnu takast beinanvegin. 

Fyri at fáa greiðu á støðuni við H-bygninginum verður hesin fyrispurningurin settur.

 

Á Løgtingi, 13. august 2025

Johan Dahl

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elvir tíðindaflutn­ingur Kringvarpsins ti…
Gadus siglir heim
Fiski­vinnu­ting um fiski­vinnu­politikk og…
Nýggjur nevndarfor­maður í P/­F Net
Vísindaklubbur byrjar á Glasi í heyst
Rómurin í Varpinum óførur
Johan Dahl spyr, hví byggingin av H-bygn…
Gott úrslit hjá Trygd í fyrra hálvári   …
KÍ er úti av Conference League eftir bro…
Sjómanna­dagar­nir eru rúsfríðir og ókeypi…
Nógvir KÍ fjepparar í Varpinum
Bátadagur á Tanganum leygar­dagin
Jens Dam Ziska á Listasavni Føroya
Tobias Skaalum Kempf nýggjurlands­liðsven…
Fasti Gerðarrættur onga heimild at viðge…
Her sæst KÍ dysturin
Málið um arbeiðs- og uppihalds­loyvi er k…
Tvørfak­lig venjing umborð á Jupiter
Hvussu nógv brotsverk skulu vit góðtaka,…
Nýtt tíðarskeið á Kalsoyar­leiðini