Lýsing
Lýsing
Lýsing
Visit Kalsoy sær stórar møguleikar í, at við dagførdu ferjuleguni fer Teistin nú at kunna sigla til Kalsoynna alla ársins tíð | Mynd: kvf.fo

Nýtt tíðarskeið á Kalsoyarleiðini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.08.2025 - 10:53 Tíðindi

Soljóðandi tíðindaskriv frá Visit Kalsoy er sent borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu, Kunningarstovuni, stjóranum og samferðsluleiðaranum á Strandfaraskipum Landsins, Visit Faroe Islands og Visit Norðoy:

 


Í komandi viku byrjar eitt nýtt tíðarskeið á Kalsoyarleiðini, har Teistin fer at avloysa Sam, sum so fer at verða tøkur fulla tíð til aðrar uppgávur.

Hetta fer at viðføra, at nú kann SSL lata Teistan sigla hvønn týsdag og hósdag kl. 10 úr Klaksvík árið runt. Hesir túrar eru hægsta ynski hjá kalsoyingum og ferðaaktørum at fáa settar í verk.

Flestu fólk eru samd um, at skilabest er við fleiri túrum hjá Teistanum gjøgnum dagin, so talið á ferðandi kann javnast nakað út yvir dagin og allar dagar í vikuni. Hetta so at bussar og onnur móttøka á oynni kann svølgja tilgongdina. T.d. at sigla kl. 12 og 14 úr Klaksvík og minka loyvda ferðafólka- og bilatalið ávísar túrar.

Somuleiðis eru tey flestu samd um, at ein væl skipað bussleið í oynni viðførir, at ferðandi heldur velja hesa loysnina enn at taka bilin yvirum. Bussleiðin má eisini økjast við túrum millum bygdir og ikki bara í sambandi við túrar hjá Teistanum. Hetta vil viðføra, at vitjandi klára at vitja fleiri støð í oynni. 

Feskastu hagtølini hjá Strandferðsluni á Kalsoyarleiðini sjóvegis og á landi síggjast niðanfyri:

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum