Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tobias Skaalum Kempf nýggjurlandsliðsvenjari í inniróðri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.08.2025 - 17:00 Ítrottur Tíðindi

Róðrarsamband Føroya hevur sett Tobias Skaalum Kempf sum landsliðsvenjara í inniróðri.

 

Tobias hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan inniróður og føroyskan kappróður. Hann hevur í nógv ár róð á danska landsliðnum, har rógvimaskinan hevur verið ein týðandi partur av venjingini. Tobias hevur eisini verið venjari hjá Sørvágs Róðrarfelag í føroyskum kappróðri.

Landsliðsvenjarin fer at tilevna eina venjingarætlan, sum beinanvegin skal verða grundarlag undir fyrireikingini av rógvarum til úttøku til føroyska landsliðið. Við hesum fáa rógvarar kring landið nú enn meira skipaðar karmar at virka undir.

Eitt týðandi stig í hesi menning er, at venjarin eisini fer at vitja feløgini kring alt landið fyri at tryggja góða vegleiðing til rógvarar og gott samstarv við feløgini. Tobias fer í hesum sambandi at leggja dent á at skapa eitt sterkt og kveikjandi venjaraumhvørvi, har fokus verður lagt á bæði tøkniliga og kropsliga venjing og gleðini við sjálvari venjingini.

“Eg veit, at nógv góð rógvitalent eru kring oyggjarnar – bæði ung og roynd. Eg gleði meg til at koma í gongd við arbeiðið, og málið er at byggja upp eitt sterkt og inspirerandi venjaraumhvørvi, har vit sameina hart arbeiði, fokus á teknikk og gleðina við at venja”, sigur Tobias
Eins og undanfarin ár fer Róðrarsambandið at skipa fyri fýra Grand Prix-kappingum í inniróðri. Tann síðsta verður samstundis um føroyameistaraheitið. Við støði í úrslitunum frá grandprix kappingum fer landsliðsvenjarin at taka út teir rógvarar, sum skulu umboða Føroyar í altjóða kappingum í vetur.

 

Kunnandi fundur 26. august

Róðrarsambandið skipar fyri  kunnandi fundur um inniróður týsdagin 26. august 2025 kl. 19.00 fyri feløg, rógvarar, foreldur og onnur áhugaði. Á fundinum fer landsliðsvenjarin at kunna um, hvussu arbeiðið við inniróðrinum verður skipað, og møguleiki verður at seta spurningar.

Fundurin verður í kappróðrarneystinum hjá NSÍ. Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 21. august 2025.

Róðrarsambandið fegnast um nýggja samstarvið við Tobias og vónar og væntar, at hansara mongu royndir fara at koma føroyskum rógvarunum til góðar, tá ið hesir skulu umboða Føroya í altjóða kappingum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jens Dam Ziska á Listasavni Føroya
Tobias Skaalum Kempf nýggjurlands­liðsven…
Fasti Gerðarrættur onga heimild at viðge…
Her sæst KÍ dysturin
Málið um arbeiðs- og uppihalds­loyvi er k…
Tvørfak­lig venjing umborð á Jupiter
Hvussu nógv brotsverk skulu vit góðtaka,…
Nýtt tíðarskeið á Kalsoyar­leiðini
Gevist við at fara eftir Palleba og Mars…
Fantasy Premier League í Norð­lýsinum
Leygar­dagin Kl 14:00 verður FM Í triatlo…
Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir…
Fýra ungir HF næmingar stjørnaðu Norðlýs…
Upptakt: Neman-KÍ
KÍ - Víkingur (kvinnur) 2-0
Konfirmantar 2026
Køkukapping á Føroya Sjómannadegi 2025
FNU heilsar veðurlags­lóg vælkomnari!
Fagnaðarløta á Sjómansheiminum
Sjómanna­dagar­nir nærkast