Lýsing
Lýsing
Forsetarnir Donald Trump og Vladimir Putin á tíðindafundi eftir toppfundin. Ætlanin er, at Trump og Wolodymir Zelenskij nú skulu hittast í Washington at avráða næsta leik. | Mynd: ABC7 News

Trump: Nú er tað upp til Zelenskij

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.08.2025 - 11:17 Politikkur Tíðindi

Stóri toppfundurin hjá Trump við Putin endaði uttan friðaravtalu. Tað gjørdist ein tríggjar tímar langur fundur millum teir báðar aftan fyri stongdar dyr, og í alt fimm tímar í Alaska. Men gjáranáttina føroyska tíð fleyg Putin heim til Moskva uttan avtalu um vápnahvíld ella frið. Putin takkaði Trump fyri samstarvið og segði, at kríggið í Ukraina ongantíð hevði íkomið, um Donald Trump hevði verið forseti í staðin fyri Joe Biden.

– “Eg havi altíð havt eitt gott samband við Vladimir Putin forseta, segði Donald Trump við miðlarnar, men viðurkendi, at enn er ongin avtala komin í lag. Hinvegin segði hann eisini: – ”Eg haldi, at vit eru rættiliga nær eini avtalu. Og gev gætur: ”Ukraina skal ganga við til tað”, segði hann uttan at greiða nærri frá, hvat ein slík avtala skuldi fevna um.

Uffe Dreesen, tíðindamaður hjá TV2, heldur, at Putin sá meira nøgdur út enn nakar annar:
– ”Um tú ert ukrainari, so tekur tú hendurnar til høvdið nú. Putin sá ikki út sum ein maður, sum hevði fingið stólin settan fyri hurðina”. Aðrir greinarar og miðlar kring heimin eru nú í ferð við at tulka, hvat kann fáast burtur úr fundinum. Til dømis helt Wall Street Journal, at Trump hevði fingið sera lítið burturúr at rulla reyða løbaran út fyri Putin.

Tað sást eisini týðiligt á Trump, at hann ikki hevði fingið tað, hann kom eftir, tí sera óvanligt fyri hann tók hann ikki ímóti spurningum frá pressuni, og tað gjørdi Putin eiheldur. Tað fekk Jesper Steinmetz frá TV2 at staðfesta, at okkurt ikki er gingið, sum Trump hevði vónað. Steinmetz var til staðar í Alaska undir toppfundinum. Men erliga lemjandi er kritikkurin frá ukrainskum miðlum:

– ”Óhugnaligt. Skammiligt. Og til endans óbrúkiligt”, skrivar The Kyiv Independent, sum somuleiðis sigur, at Putin fekk júst tað burturúr, sum hann vildi hava: – ”Frá tí løtu hann steig út úr flogfarinum á amerikanskari jørð, skein russiski diktatorurin. Hann er ikki longur eitt altjóða bartrog, men verður góðtikin – og virdur – av leiðaranum av frælsa heiminum”, skrivar blaðið.

Men Donald Trump sjálvur sigur, at úrslitið av fundinum er gott, og at tað sær bjart út. Í einum samrøðu við Fox News beint eftir tíðindafundin gevur forsetin fundinum tíggju av tíggju stigum, og sigur, at hann heldur, at teir eru rættiliga nær eini avtalu.

Donald Trump hevur sagt, at týdningarmiklasti fundurin ikki var tann við Putin í gjár. Tann týðandi fundurin skal hava ein luttakara afturat, nevniliga ukrainska forsetan Volodymir Zelenskij, segði amerikanski forsetin: – ”Nú er tað upp til Zelenskij, sigur Trump.

Í morgun skrivar Volodymir Zelenskij á X, at hann fer til Washington mánadagin fyri at møtast við amerikanska forsetan, Donald Trump, og tað er avgjørt eftir eina drúgva telefonsamrøðu millum Trump og Zelenskij.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógvur makrelur landaður í Ánunum
Bilur farin omanav stangavegnum
Trump: Nú er tað upp til Zelenskij
Trump: Nú er tað upp til Zelenskij
ÚTSØLUENDABRESTUR -70%
Vit fara á Munkagrunnin
Ávirkari hevur yvir 100.000 fylgjarar –…
Elvir tíðindaflutn­ingur Kringvarpsins ti…
Gadus siglir heim
Fiski­vinnu­ting um fiski­vinnu­politikk og…
Nýggjur nevndarfor­maður í P/­F Net
Vísindaklubbur byrjar á Glasi í heyst
Rómurin í Varpinum óførur
Johan Dahl spyr, hví byggingin av H-bygn…
Gott úrslit hjá Trygd í fyrra hálvári   …
KÍ er úti av Conference League eftir bro…
Sjómanna­dagar­nir eru rúsfríðir og ókeypi…
Nógvir KÍ fjepparar í Varpinum
Bátadagur á Tanganum leygar­dagin
Jens Dam Ziska á Listasavni Føroya