Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sálarfrøðiligi fakfestivalurin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.08.2025 - 15:15 Tíðindaskriv

Mong minnast og hava saknað Sálarfrøðiliga fakfestivalin, sum varð hildin frá 2013 til 2015. Áheitaninar hava verið fleiri, og ofta hava fólk heitt á fyriskiparnar um at taka táttin uppaftur.

 

 

Felagði Føroyskir Sálarfrøðingar hava tí tikið stig til at endurreisa tann væl umtókta fakfestivalin, og dagfesting fyri festivalin er fríggjadagin 3. oktober, og verður hann hildin á Hotel Føroyum.

Skráin verður sett saman í hesum døgum, og longu nú er greitt, at fleiri av okkara fremstu sálarfrøðingum koma at leiða verkstovur innan teirra serøki. Vit kunnu nevna at higartil eru hesi nøvn á skránni:

• Helgi Rasmussen
• Kári Leivsson
• Marjun Nielsen
• Signhild Johannesen

• Gitte Klein

• Tóra Lützen
• Suni Poulsen
• Pætur Zachariassen • Anna Debes Hentze • Bjørt Lind
• Birita L. Jóansdóttir • Oddbjørg Balle

Felags fyri verkstovurnar er, at evnini, ið viðgjørd verða, eru bæði lærulík og viðkomandi til dagsins samfelag.

Dagurin er ætlaður at verða ein inspirerandi uppliving fyri einstaklingar, sum vilja menna seg sjálvi og sítt yrkisføri. Verkstovurnar eru tí fyri ein og hvønn innan undirvísing, námsfrøði, vinnu, heilsu og sosialt arbeiði. Leiðarar og starvsfólk
við ábyrgd í almenna og privat geira.

Kom tí á Sálarfrøðiliga fakfestivalin og fá íblástur, vitan og amboð til at mennast – bæði persónliga og í arbeiðslívinum.

Tilmelding letur upp um fáar dagar, og tá verður nærri kunning eisini tøk um millum annað innihald og gestarøðara.

Fyrireikarnir hava valt at geva luttakarunum tann møguleika at skráseta seg longu nú og fáa framíhjárætt í 24 tímar at melda til og velja verkstovur. Eftir teir 24 tímarnar, verður tilmeldingin latin alment upp.

Forbíleggingin til Sálarfrøðiliga Fakfestivalin er á https://www.advent.fo/events

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiski­vinnu­ting í friðartíð
Sálarfrøðiligi fakfestivalurin
Djúpamýra og Másheygur
Hanus Kjølbro og Osmund Justinussen um E…
Silvitni í Varpinum
Reiðara­felagið: Tørvur á størri støðufes…
Fiski­vinnu­tingið sæst her
Julian í eldin aftur!
Á floti sunnanfyri: ”Kalvi, krøk!”
Fiski­vinnu­ting um fiski­vinnu­politikk og…
Lands­sjúkra­húsið fær fjarhita
Arbeiðs- og uppihalds­loyvir til útlendsk…
Føroya Politi, Ákæruvaldið og Føroya Ræt…
Onki vinnaramál, men rokningar uttan ver…
Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandsp…
Tað var rætt at lýsa tænastubann
Rektarin við 262 nýggj lesandi: - Haldið…
KÍ vann 3-0 í Gundadali
Hvussu privatar íløgur kunnu loysa bústa…
Fiski­vinnu­tingið verður stroymt