Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ósemja um eina semju

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður  |  27.06.2025 - 09:36 Politikkur Tíðindaskriv

“Hetta er ikki loysing,” siga javnaðarfólk. “Jú tað er,” siga tjóðveldisfólk

 

 

Tey eru samd um at siga, at tey eru samd, men tey eru ikki samd um, hvat tey eru samd um.

Fimm flokkar hava gjørt semju um at flyta Føroyar úr verandi ríkisfelagsskapi, og síðani skulu londini “samstarva á annan hátt”. Vit skulu slíta okkum leys frá donsku grundlógini, vit skulu ikki hava felags uttanríkispolitikk, vit skulu hava sjálvstøðugan limaskap í NATO (men ætla tó ikki at rinda limagjald sum onnur lond gera), “men hetta hevur einki við loysing at gera,” siga javnaðarfólk. “Nei hetta er nakað heilt annað” – okkurt sum eitur “sjálvstøðugt land”.

Ríkisveitingin skal halda fram við at minka niður í einki, sjálvt um undirskotið á fíggjarlógini bara veksur. Samtíðis boðar løgmaður frá, at í komandi tingsetu verður arbeiðsvikan stytt, og gerandisvørur sleppa undan meirviðrðisgjaldi – og so skulu vit líka gera ein Suðuroyartunnil eisini.

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, dugir helst at síggja, at hetta hongur ikki saman. Tí sigur hon, at tað verður neyðugt at gera stórar sparingar í almenna rakstrinum tey næstu árini. Men Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, er ikki samd. Hon sigur: “Fyri meg sum landsstýriskvinnu í heilsumálum hevur tað týdning at gera greitt, at tað er einki hald í úttalilsinum hjá Runt Vang.” – So ongar sparingar á hennara málsøki.

Um tað er so sum Javnaðarflokkurin sigur (at øll eru samd um eina skipan sum er innanfyri ríkiseindina – ja enntá ein styrktan felagsskap), so er tað fyrstu ferð í søguni, at Tjóðveldi hevur viðurkent ríkisfelagsskapin, og fyrstu ferð, at flokkurin hevur slept fólkaatkvøðuni í 1946. - Eg nokti at trúgva, at tey vilja skriva undir uppá tað.

So semjan er breið, men tað sær ikki út til, at semja er um, hvat tey eru blivin samd um.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…
Tollstríðið órógvar handilin
Lions stuðlar Sinnisbata
Lívsleiðis Hendingar
Bogi Bech Jensen: Sloyfa málið um 100% g…
Finalur­nar í einmansleiki klokkan 10
Klaksvíksdamur í finaluni í dag
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin