Heimsins størsti fóðurflaki á Funningsfirði
Hósdagin 24. juni 2025 kom Krosssteinur, heimsins stórsti fóðurflaki, inn á Funningsfjørð. Tað er Bakkafrost, sum hevur keypt fóðurflakan frá GroAqua. Fóðurflakin, sum er um 50 metrar til longdar og tekur út við 1.100 tons av alifóðri, er sleipaður frá Pólandi har hann er bygdur.
Fóðurflakin, sum hevur 24 fóðurlinjur, er bygdur hjá GroAqua í Pólandi. Fóðurskipan og stýringar eru mentar hjá GroAqua á Kambsdali. Framkomnu skipanirnar eru sjálvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi. Við nýggja flakanum ber til at fóðra allar aliringarnar á staðnum samstundis.
Fóðurflakin verður rikin við landstreymi so orkunýtslan verður so umhvørvisvinarlig, sum gjørligt.
Eftir seinastu royndirnar av útgerðini og myndugleika góðkenning, verður fóðurflakin settur í vinnu úti á Funningsfirði innanfyri nakrar fáa dagar.
– Við góðu royndunum vit hava havt við teimum fóðurflakum vit higartil hava keypt frá GroAqua, rokna vit við at Krosssteinur verður eitt gott íkast til uppaftur betri rakstur á aliøkinum á Funningsfirði, sigur Oddvald Olsen, Deildarleiðari Sjógvaling Vest hjá Bakkafrost. Hann leggur afturat, at við hesum stóra fóðurflakanum ber til at leggja flutningin av fóðri til aliøkið til rættis á ein enn skynsamari hátt, eins og trygdin fyri virksemið og starvsfólk verður lyft á eitt hægri støði.
– Vit eru fegin um tað álit, sum Bakkafrost hevur víst okkum við at kunna lata enn ein fóðurflaka til teirra virksemi. Saman við Bakkafrost og okkara starvsfólkum hava vit fingið eina loysn, sum vit eru sera errin av. Vit hava lagt okkum eftir at gera støðugar betringar í teimum fóðurflakum vit byggja. Her er eisini talan um praktiskar betringar, sum vit gera saman við alarunum á staðnum, sigur Ólavur Thomsen, verkætlanarleiðari hjá GroAqua.
GroAqua byggir í løtuni tríggjar fóðurflakar afturat til Bakkafrost, tveir verða latnir í ár og tann triði í 2026.