Lýsing
Lýsing
Lýsing

Málningar á Laksatorginum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.06.2025 - 16:00 Mentan Tíðindi

Á Laksatorginum 5. juli verður opið hús í Íshúsinum kl. 10-16. Har kemur Sonja Ingolfsdóttir Jacobsen at sýna málningar fram

 

Sonja fer at vísa nakrar litríkar málningar; náttúrumálningar og løtumyndir, har tíðin steðgar á eitt lítið bil.
Sonja byrjar ofta síðar málningar abstrakt. Spælir sær við litum og linjum á løriftinum fyri síðani at stramma eitt sindur upp og fáa lív í myndaevnið og skapa eina heild. Eyðsæð er, at Sonju dámar væl litir og brúkar teir fegin – sterkar og bjartar litir; eins og teir síggjast í regnvátu oyggjunum, hon er vaksin upp í.


Stutt um íshúsið

Um veggirnir kundu talað, høvdu søgurnar verið nógvar at sagt frá um Íshúsið á Bakka. Tað varð bygt tíðliga í 1900 til endamáls at frysta sild, sum varð brúkt til agn - til fiskiskap á Skálafjørðinum. Hetta var áðrenn frystiboksirnar vórðu til. Men tíðirnar broytast, og Íshúsið misti sítt uppruna endamál. Tað var í nøkur ár brúkt til ymiskt í sambandi við sildavirksemið hjá Bakkafrost; til tað at enda misti sín samleika og stóð bert sum eitt veikt minni um eina farna tíð. 

Á heysti 2019 keypti Rógvi Íshúsið - hann vildi geva konuni, Sonju, eina heilt serliga gávu, har hon kundi menna síni evni at mála. Farið var í gongd við at seta illa farna húsið í stand. Eftir túsundtalstals arbeiðstímar og umsorgan fyri húsinum, stóð tað klárt at taka í brúk á sumri í 2022. Síðani tá hava veggirnir fingið nýtt lív - litir, skap og søguforteljing eru vorðin partur av nýggja samleikanum hjá Íshúsinum. Gestirnir, ið hava verið á gátt, eru longu nógvir, og Íshúsið tekur altíð fegið móti gestum.


Laksatorgið er við bátahylin á Glyvrum. Framsýningin er opin leygardagin 5. juli frá kl. 10-16. Málningar og plakatir verða til sølu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting
Jóannes K. Danielsen væntar ein øðrvísi…
Treysti heiðraði sínum egnu
Tey eldru bundið smáar bamsur til børnin…
39 atgongumerkir eftir
Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20
Søgan um Merle Haggard (9:9)
Russland handar mótmælisskriv vegna nors…
Javnt í ólavsøkutalvdysti
Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2025
Havnar Róðrar­felag og Klaksvíkar Róðrarf…
Virkandi borgar­stjó­rin: Mær dámar væl li…
Føroyska seyða­hundalands­liðið er úttikið…
Skonnartin Royndin fríða
Havnarbátu­rin í serflokki í FM-finaluni…
Svein Rógvi tippar Ólavsøkuróðu­rin 2025
Mjølnir sett venjarar
Religiónin og natiónin í globaliseringin…
Amerikanski kavbátu­rin USS Newport News…
Nøglin: Ólavsøkuróðurin