Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein dýrabar løta við mentan, mati og samveru á Floksmannadegi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.07.2025 - 08:34 Mentan Myndarøð Tíðindi

Seinasta leygardag varð Floksmannadagurin hildin fyri tíggjundu ferð – ein heilt serstøk hending, ið savnaði gestir í Hattarvík

Hóast veðrið frammanundan sá nakað vánaligt út, stóð Útsynningurin við – og tað gjørdi góða lagið eisini. Øll komu í land við Trøllagjónna í øllum góðum og løgdu leiðina niðan á Bakkahjallin, har dagurin byrjaði av álvara við niðurgrevstri av kjøti úr Eystfelli.

Tað er ikki smálutir, sum skulu upp á pláss til ein slíkan dag – alt frá fjallgongu og sálmasangi til roykt síl og langtíðarstokt lambskjøt. Alt verður gjørt við hond og hjarta, og hóast veðrið av og á leggur fótonglar fyri, vísti aftur í ár, at við samhaldi, vilja og einum sterkum toymi ber alt til.

Ein uppliving fyri allar sansir

Dagurin byrjaði við morgunmati við føroyskum viðskera, áðrenn farið varð á fjall niðan á Fríða Eystfelli. Heimkomin fingu gestirnir heita fiskasúpan og skinkurnar, ið hava hingi í serstaka hjallinum í 18 mánaðir, vórðu tiknar niður og royndar. Seinni varð borðreitt við føroyskum whisky, hvannsnapsi, øli og rótabryggi.

Seyðahúsið varð gjørt um, og tær um 120 ærnar, sum vanliga verða fóðraðar har, lótu plássið fyri gestunum. Her vóru 18 smakkroyndir bornar fram – ein sannur matarhátíðardagur við rættum úr føroysku náttúruni: lodna, sild, lundi, lomvigi, turkaður svartkjaftur, grind, spik og sjálvandi alt av seyði og mangt annað. Alt tilgjørt við virðing fyri siðaarvi og við einum nútímans gastronomiskum snildi.

Mentanarligar løtur og tónleikur beint í hjarta

Á skránni vóru eisini sterkar mentanarligar løtur – sálmasangur í kirkjuni við Hamradun, søgulig frásøgn við Andrasa Sólstein og fyrilestur við Sjúrða Skaale um Sigert í Kirkjubø.

Tá kvøldið tók at líða, bjóðaði Hamradun aftur á pall – beinleiðis úr Hamburg til Hattarvíkar – og skaptu eina ómetaliga sterka løtu, sum fór beint í hjarta.

Ársins niðurgravaða kjøt var av tí allarbesta og tilgjørt við tí sum hoyrur til. Omaná vóru tað rabarbur frá Jastrid.

Samhaldið ber tað fram

Heimferðin varð tó úr Kirkju vegna veðrið. Men við eyðkenda hugburðinum “tað gongur nokk” og við hjálp frá oynni og Strandferðsluni kom alt fólkið trygt avstað – og í góðum lag.

Floksmannadagurin er nógv meira enn ein dagur. Tað er ein uppliving – ein løta við føroyskum siði, mentan, mati og felagsskapi – og ikki minst eitt prógv um, hvat ber til á útoyggj, tá fólk koma saman við eldhuga og vilja.

 

Síggjast í 2026!

Floksmannadagurin 2026 verður hildin leygardagin 27. juni.

Atgongumerki verða sett til sølu mikudagin 2. juli 2025, klokkan 08:00 á atgongumerki.fo.

Leinkjan er: https://www.atgongumerki.fo/3327562/floksmannadagur-27-juni-2026

 

 

 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting
Jóannes K. Danielsen væntar ein øðrvísi…
Treysti heiðraði sínum egnu
Tey eldru bundið smáar bamsur til børnin…
39 atgongumerkir eftir
Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20
Søgan um Merle Haggard (9:9)
Russland handar mótmælisskriv vegna nors…
Javnt í ólavsøkutalvdysti
Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2025
Havnar Róðrar­felag og Klaksvíkar Róðrarf…
Virkandi borgar­stjó­rin: Mær dámar væl li…
Føroyska seyða­hundalands­liðið er úttikið…
Skonnartin Royndin fríða
Havnarbátu­rin í serflokki í FM-finaluni…
Svein Rógvi tippar Ólavsøkuróðu­rin 2025
Mjølnir sett venjarar
Religiónin og natiónin í globaliseringin…
Amerikanski kavbátu­rin USS Newport News…
Nøglin: Ólavsøkuróðurin