Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dómur úr leysum lofti

SKRIVAÐ: Maskinmeistarafelagið  |  10.07.2025 - 10:58 Tíðindaskriv

Maskinmeistarafelagið undrast stórliga á gerðarrættarúrskurðin í málinum um ferðadagarnar hjá siglandi maskinmeistarum og navigatørum. Tilfarið, sum Maskinmeistarafelagið hevur latið Fasta Gerðarrætti, er als ikki tikið við í úrskurðinum, og felagsformaðurin heldur, at ósamsvar er millum argumentasjón og niðurstøður

 

 

- Um hesin úrskurðurin stendur við makt, so fari eg at heita á allar maskinmeistarar, sum sigla undir sáttmálanum við Reiðarafelagið fyri Handilsskip, um at fara tíðliga upp og í land, ella í hvussu er ikki rætta hond frá síðu tann dagin, sum heimferðin byrjar. Tí um hesin dagurin ikki skal telja sum arbeiðsdagur í eini eitt til eitt-skipan, sum talan er um, so eiga okkara limir absolutt heldur ikki at arbeiða henda dagin.

Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um úrskurðin, sum Fasti Gerðarrættur hevur gjørt í málinum um fyrsta heimferðadag hjá navigatørum og skiparum.

Fasti Gerðarrættur hevur gjørt av, at fyrsti heimferðadagurin ikki skal telja sum arbeiðsdagur og tískil heldur ikki skal verða afturløntur við einum frídegi.

Tað var Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum kærdi málið fyri Fasta Gerðarrætt. Ítøkiliga orsøkin til kæruna var praksis hjá ávísum reiðaríi, eitt nú Skansa Offshore, har sjálvur formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, Jens Meinhard Rasmussen, er reiðari.

Hóast Maskinmeistarafelagið var við sum triðipartur, sonevndur biintervenientur, sum merkir, at úrskurðurin eisini fær rættarligan virknað fyri tess limir, so tykist hesin als ikki at taka atlit at hvørki prosess-skrivi hjá Maskinmeistarafelagnum ella vitnisfrágreiðing hjá formanninum.

- Viðgerðin hjá Fasta Gerðarrætti sær út til at hava verið ógvuliga óprofessionell, fyri at siga tað milt, og eg havi onki ikki álit á, at viðgerðin hevur ført til ein rættvísan úrskurð – hann er so illa grundgivin, at hann ber brá av bara at vera tikin úr leysum lofti, sigur Arnfinn Bech.

Maskinmeistarafelagið hevur í síni vitnisfrágreiðing millum annað víst á teldupostsamskifti millum ein maskinmeistara og Skansa Offshore, sum skjalprógvar, at talan kann vera um heilt nógvar arbeiðstímar síðsta dag umborð.

- Men tað skal ikki telja við, sigur Fasti Gerðarrættur, og tískil er heldur ikki talan um eina eitt til eitt-skipan longur, staðfestir Arnfinn Bech.

Fasti Gerðarrættur kom við sínum úrskurði 1. juli, men høvuðskærarin Føroya Skipara- og Navigatørfelag kann innan fýra vikur biðja um, at gerðarrætturin viðger málið av nýggjum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt