Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjóvinnu- og Mentunarhúsið í Sørvági hevur fingið navnið  “Messan”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.07.2025 - 18:47 Mentan Tíðindi

Tað var stórur áhugi at senda uppskot inn, heili 126 góð og áhugaverd uppskot komu inn.

 

 

Nevndin valdi einmælt navnið Messan til nýggja húsið.

Navnakappingina vann ungi miðvingurin, Ian Nolsøe Joensen.

Grundgevingin til navnið er:

·       Sørvágur er gomul fiskivinnubygd.

·       Orðið er gamalt, sum vit binda at sjónum og sjólívi.

·       Messuprát har mannskapið hittist til prát og at skaffa.

·       Í messuni er lív í. Har verða søgur sagdar og sangir sungnir.

·       Messan samlar alla manningina. Høg sum lág.

·       Orðið er lætt at benda.

·       Hugsi um lýsingar til tiltøk í húsinum.

·       Ung kenna ofta ikki til gomlu hugtøkini og orðini. 

·       Navnið MESSAN er við til at varðveita orðið millum manna.

·       Húsið skal samla Vágar og Føroyar til tiltøk til álvara og gaman.

·       VIT SAMLAST Í MESSUNI.

 

Nevndin takkar Iani fyri beinrakna navnið og grundgevingina. Somuleiðis takk til tykkum øll fyri hini uppskotini.

 

Vinningurin er ein málningur eftir Pól Skarðenni. Á myndini sæst Pól handa Iani Nolsøe Joensen málningin. Ian valdi myndaevnið: Jesus saman við mannafjøldini.

Tað bleiv eisini trekt lut ímillum øll 126 innkomnu uppskotini, um 5 gávukort frá Vága Kajak:

Vinnarnir her vóru:

  • Dánial Jacobsen
  • Eyðun Lamhauge
  • Páll Poulsen
  • Jón Johansen
  • Mourits Mohr Joensen

 

Við bestu kvøðum.

MESSAN
Sjóvinnusavn og mentanarhús í Vágum

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað