Lýsing
Lýsing
Lýsing
Íðkarar og venjarar í frælsum ítrótti

Ein finala í frælsum ítrótti longu sunnudagin

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  13.07.2025 - 00:48 Ítrottur Tíðindi

Kappingarnar á Pickaquoy ítróttarmiðdeplinum byrja kl. 14:05 við, at Maria Biskopstø og Margit Weihe Fríðmundsdóttir renna hálvfinalu á 400 m teininum

 

Kravið fyri at koma í finaluna er antin at vinna sína hálvfinalu ella eiga eina av trimum teimum skjótastu tíðunum millum hinar. Maria er í fyrra riðlinum, og her hevur hon skjótastu tilmeldingartíð, meðan Margit er í øðrum riðli, har stórfavoritturin er við. Tað er tætt millum hinar, men um Margit rennur upp til sítt besta, so kann hon eisini ogna sær eitt pláss í finaluni.

Kl. 14:35 eiga Jónas Gunnleivsson Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim tørn. Av tí at tað eru rættuliga nógvir luttakarar, so renna menninir fyri einum plássi í hálvfinaluni. Fyri at náa hálvfinaluna er kravið at verða millum tríggjar teir bestu ella eiga eina av trimum teimum bestu tíðunum millum hinar. Dánjal er í fyrsta riðli, og her eigur hann skjótastu tilmeldingartíð, meðan Jónas eigur skjótastu tíð í øðrum riðli.

Kl. 15:35 rennur Julian Gregersen. Hann rennur innleiðandi á 1500 m, har kravið at koma í finaluna er at verða millum fýra teir fremstu, ella eiga eina av fýra teimum bestu tíðunum millum hinar. Julian er styrkismettur at verða millum teir, sum koma í finaluna.

Kl. 16:10 byrja 100 m, og aftur eru tað kvinnurnar sum leggja fyri. Kravið fyri at koma í finaluna er at verða millum fýra tær fremstu ella eiga eina av fýra teimum bestu tíðunum millum hinar. Elisabet Holm Simonsen er í fyrsta riðli, har hon er styrkismett at koma í hálvfinaluna. Oddvør Biskopstø er í øðrum riðli, og hon er eisini styrkismett at koma í hálvfinaluna.

Kl. 16:50 renna menninir. Kravið hjá monnunum at koma í hálvfinaluna er at verða millum tríggjar teir fremstu ella eiga eina av fýra teimum bestu tíðunum millum hinar. Andreas Bjarnastein Antoft er í triðja riðli, og her er hann styrkismettur at koma víðari beinleiðis í tættari kapping við annan íðkara, meðan Tummas Petur Sjóvará, sum er í triðja riðli ikki er styrkismettur, tí hann ikki hevur runnið hendan teinin í ár. Hann hevur tó ferðina til at kunna gera seg galdandi og koma í hálvfinaluna.

Kl. 17:50 er síðsta kapping, tað er 10.000 m hjá kvinnum, har Rutt Gregersen debuterar á oyggjaleikunum. Rutt er nýliga byrjað at venja miðvíst aftur, og hevur ikki runnið hendan teinin í ár, eins og fleiri av hinum. Tí er trupult at meta neyvt um møguleikar, men út frá persónligum metum, so er mest sannlíkt, at Rutt kemur at enda í fremru hálvu av teimum 15 luttakandi rennarunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt