Minningarorð um pápa okkara Jógvan F. Tróndheim
13. juli var longu eitt ár síðani, at okkara góði pápi flutti heim í dýrdina. Hóast hann var gamal og mettur av døgum, so er tómrúmið tó stórt.
Babba var føddur 14. sept. 1928 og andaðist í 2024, so hann var nærum 96 ára gamal, tá hann fór hiðani.
Vit systkini hava nógv at takka babba fyri, og var hann okkum fýra eitt satt fyridømi, ið vert er at fylgja eftir.
Í arbeiðslívinum arbeiddi hann alt tað, vit minnast, í kjallaranum heima við hús hjá okkum á Stongunum í Klaksvík, har hann hevði ein lítlan handil og prentsmiðju. Hóast handilin var sera lítil, so dugdi hann væl at hava tað, ið brúk var fyri, og tá babba gavst at handla, vóru tey mong, ið góvu til kennar, at tey saknaðu handilin hjá Tróndheim. Umframt at keypa, so vóru tað eisini fleiri, ið stukku inn til eitt prát. Tá plagdi babba at standa hond uppundir kinn niður á diskin og lurta. Honum nýttist ikki altíð at geva sínar hugsanir til kennar, men um so var, at hann gjørdi tað, so var tað altíð sáttliga og væl umhugsað.
Babba var nærlagdur í øllum, eisini í sínum arbeiði. Hann leðgi stóran dent á, at alt skuldi vera væl frágingið, og hann gekk høgt upp í, at ongar stavivillur skuldu vera í tí, sum hann hevði prentað. Hann var kønur í føroyska málinum og vildi fara væl um tað.
At babba arbeiddi heima hjá okkum var við til at geva okkum ein góðan og tryggan barndóm. Vit komu nærum ongantíð til tómt hús, mamma var heimagangandi, og Lisaomma búði í sama húsi sum vit. Komu vit inn í kjallaran til hansara, so gav hann sær altíð stundir til okkum og segði ongantíð, at vit órógvaðu hann í arbeiðnum. Hann var sera tolin av lyndi, og hava fleiri av abbabørnunum fingið sínar fyrstu arbeiðstímar á prentsmiðjuni hjá abba. Mamma og babba skaptu eitt trygt og gott heim til okkara, og ongantíð merktu vit, at tey vóru ósamd í teimum umráðandi tingunum í lívinum.
Babba var nógv heima, og dámdi honum væl at vera partur av tí, ið vit tóku okkum fyri. Hann hevur brúkt nógvar løtur at spæla við okkum. Honum dámdi væl at syngja og spæla, og var tað mangan, at hann spældi orgul og lærdi okkum at syngja. Hóast babba var friðaligur, so dámdi honum væl at skemta, og tað lá væl fyri hjá honum.
Mamma og babba valdu samkomuna í Betesda sum sítt andaliga heim, og har kom hann at brúka nógva tíð og orku, so leingi hann orkaði. Hann var við í fleiri ymiskum uppgávum í samkomuni. T.d. var hann sum yngri við í sangkórinum, og í nógv ár hevði hann saman við øðrum bíbliutímar fyri børn eina ferð um vikuna. Í tí sambandi gjørdu teir uppgávur til hvørja viku, sum vóru duplikeraðar hjá okkum, og so bleiv rættað til næstu ferð. Harafturat var hann eisini við til at halda møti á Viðareiði hvørja viku gjøgnum veturin í mong ár. Babba var trúfastur og áhaldin í tí, sum hann fór undir.
Mamma og babba giftust ung og fingu nógv góð ár saman. Mamma doyði í 2014, so í umleið 10 ár var hann einsamallur. Sjálvandi var saknurin sera stórur, men ongantíð hoyrdu vit hann gremja seg. Hann var glaður fyri tey ár, ið tey fingu saman. Tá mamma varð deyð, búði babba nøkur ár einsamallur, og vitjaðu vit systkini hann nógv. Hann var altíð so glaður, tá vit komu, men ongantíð gramdi hann seg, tá vit fóru avstað aftur. Babba var sera barngóður, og honum dámdi væl at fáa vitjan av abba- og langabbabørnunum og spæla við tey, tá tey komu inn á gólvið.
Leingi kláraði babba seg sjálvur, men sum hann eldist tørvaði honum hjálp. Hann var so glaður og takksamur fyri alla ta hjálp, ið hann fekk frá NBH, so hvørt honum tørvaði hana. Seinastu nærum trý árini búði hann á Sambýlinum á Heygnum, har hann treivst væl og var væl nøgdur.
Á sangblaðið til jarðarferðina settu vit ørindi: Ja, saman við nøgdsemi er Gudsóttin stórur vinningur! 1. Tim. 6,6. Hetta er eitt ørindi, ið lýsir væl alt lívið hjá babba. Hann hevði sum ungur sett sítt álit á Harran Jesus, og tað var hansara lív ein vitnisburður um, og vit hoyrdu hann ongantíð gremja seg um nakað, men hann var altíð glaður og nøgdur.
Vit systkini eru takksom at hava havt góð foreldur, og at okkum untist at hava tey hjá okkum so leingi.
Ærað veri minnið um okkara høgt elskaða pápa Jógvan F. Tróndheim.
Gerhard, Elfinn, Maria og Eileen