Fleiri finalupláss í frælsum ítrótti
Fyrsta kappingardagin royndu føroyingar seg á 100 m, 400 m, 1500 m og 10.000 m, og á øllum teinunum gekk væl
Rutt Hjelm Gregersen, sum í dag rann sína fyrstu kapping í oyggjaleikahøpi vandi nógv sum ung, men hevur síðan havt ein steðg frá miðvísari venjing. Hetta síðsta árið hevur hon kortini aftur vant miðvíst. Og tað var tí spennandi at síggja, hvussu væl hon megnaði bæði hitan og høga støðið, sum var í kappingini um gullið á 10.000 m. Rutt hevði lagt eina ætlan um tempo, og hesari ætlan fylgdi hon sera væl fyrstu kilometrarnar. Tá hon var komin um fyrstu sjey kilometrarnar, fór ferðin eitt vet, men hon megnaði at trýsta tað uppaftur. Hetta gjørdi, at hon megnaði at ogna sær eitt persónligt met, sum eitur 39 min 26,13 sek. Tað rakk til eitt tíggjunda pláss samanlagt. Næsta kappingin hjá Rutt er 5000 m, sum verður mikudagin.
Julian Gregersen kempaðu um at koma í finaluna á 1500 m, sum verður týsdagin. Julian var í seinna riðlinum og visti tí, at kravið fyri at koma í finaluna var uml. 4 min 4-5 sek. Hetta er ein tíð, hann hevði runnið áður, og tí var uppgávan at fáa kenslu av breytini og síggja, hvussu leikur fór. Hann legði seg í fremra bólkin og helt seg har, beint aftanfyri teir fremstu, og har lá hann líka til síðsta umgang. Tá valdi hann at økja um ferðina. Her var hann so mikið effektivur, at hann kom á mál á einum øðrum plássi í sínum riðli við tíðini 3 min 58,85 sek, sum er heili 5 sek skjótari, enn hann hevur runnið teinin higartil í ár. Tað verður tí spennandi at síggja, hvat fer at henda í finaluni týsdagin. Hinar kappingarnar, sum vóru í dag, snúðu seg um at koma í finalur ella hálvfinalur í morgin (mánadagin).
Dánjal Dahl Ljósheim og Jónas Gunnleivsson Isaksen runnu sera sanførandi hálvfinalur. Báðir vóru langt fremst eftir fyrstu 200 m, og so spardu teir megina við bara at gera tað, sum var neyðugt síðstu 200 m fyri at koma í finaluna. Báðir eru í seinnu hálvfinaluni, sum verður skotin í gongd kl 11:00 í morgin. Kravið fyri at koma í finaluna er at verða millum tveir teir fremstu, ella eiga eina av tveimum teimum bestu tíðunum millum hinar.
Kl. 17:10 er Neli Heldarskarð við, tá 10.000 m hjá monnum verður skotin í gongd. Neli hevur ikki luttikið á oyggjaleikunum áður. Styrkismeting er trupul, tí einans fýra, teirramillum Neli, hava roynt seg á hesum teininum í ár. Neli, sum hevur persónligt met áljóðandi 34 min 0,57 sekund, er væl fyri, og tí verða vit ikki bilsin, um hann sker munandi av sínum metið og í besta føri fer at fylgja við teimum fremru í finaluni.
Kl. 17:20 byrjar spjótkast hjá kvinnum, og her er Sunniva Bogadóttir við. Sunniva vann silvur á leikunum á Guernsey fyri tveimum árum síðan, og hevur siðan kastað væl longri. Men í vár sleit hon krossbandið í vinstra knæ og skal undir skurð aftaná oyggjaleikirnar. Hóast manglandi krossband, so er hon styrkismett til eitt silvurmerkið.
Oddvør Josephsen og Elisabet Holm Simonsen runnu seg báðar í hálvfinaluna á 100 m. Kravið fyri at koma í hálvfinaluna var antin at verða millum fýra tær fremstu í sínum riðli, ella at eiga eina skjóta tíð. Tað lat hvørgin teirra nakran iva verða um, og tær blivu báðar millum 4 tær fremstu í sínum riðli. Væntandi verður kravið at koma í finaluna, at man rennur teir 100 m uppá uml 12,5 sek. Hetta hevur Oddvør megna áður, men Elisabet liggur eitt vet omanfyri. Tó ikki longri enn, at hon kann ogna sær finalupláss, um alt gongur eftir vild.
Kravið hjá Andreas Bjarnastein Antoft og Tummas Petur Sjóvará at koma í hálvfinaluna á 100 m var, at teir gjørdust millum tríggjar teir fremstu ella runnu eina nóg skjóta tíð. Andreas gjørdist nummar fimm og Tummas nummar fýra. So var spenningur um tíðina, og her vísti tað seg, at kravið fyri at koma í hálvfinaluna var, at man rann 11.47 sek ella skjótari. Her segði klokkan hjá Andreas 11,41 sek, og hann er sostatt í hálvfinaluni. Tíðanverri segði klokkan 11,48 sek hjá Tummasi, sum tískil var 0,01 sek frá at koma hálvfinaluna. Hann kann tó verða nøgdur, tí hann skar 0,37 sek av sínum persónliga meti á teininum.
Maria Biskopstøð og Margit Weihe Fríðmundsdóttir hava ognað sær pláss í finaluni á 400 m hjá kvinnum. Maria rann ein kontrolleraðan túr, har hon legði hart út og síðan spardi kreftirnar inn móti málinum. Hon gjørdist nummar tvey í sínum riðli, og tað var nóg mikið til at koma beint í finaluna. Margit, sum higartil í ár hevur runnið 59,00 sek sum tað skjótasta, átti so tørn. Hon visti, at kravið fyri at koma í finaluna var at renna væl skjótari, og tað gjørdi hon. Hon rann ein flottan 400 m, og kom á mál við tíðini 57,70 sek, sum er persónligt met og beint omanfyri føroyska metið hjá Mariu. So hóast hon gjørdist nummar 3 í sínum riðli, so var eingin ivi um, at hon slapp við í finaluna.
Finalan verður kl 19:00 í annaðkvøld, og her er spenningur í, tí Margit og Maria eiga 4. og 5. skjótastu tíð, men stutt er upp til tær, sum liggja beint frammanfyri.
Alt eftir, hvussu tað gongur um morgunin, so eiga Dánjal og Jónas tørn at renna 400 m finalu kl. 19:00.
Kelda: Frælsur Ítróttur Føroya