Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stevna hjá Jehova vitnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.07.2025 - 10:40 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Tríggir dagar við andaligari skrá, sum leggur dent á, hvussu vit skulu tilbiðja Gud!

 

 

Nógv ganga upp í trúarspurningar. Tí bjóða Jehova vitni øllum at koma á teirra árligu stevnu, sum verður hildin um allan heimin. Í ár er heitið „Hvussu skulu vit tilbiðja Gud?“

Hvørt ár skipa Jehova vitni fyri eini andaligari skrá, sum varir tríggjar dagar og er ókeypis. Øll eru vælkomin. Stevnan verður í høllini á Hálsi í Havn. Talan er um eina spennandi skrá, sum snýr seg um, hvussu mann tilbiður Gud upp á tann rætta mátan.

Jehova vitni skipa fyri ráðstevnum og stevnum um allan heimin. Stevnan í Havn verður hildin í vikuskiftinum 18.-20. juli 2025.

„Vit gleða okkum til at samstarva við teir lokalu myndugleikarnar og onnur í sambandi við stevnuna, sum verður hildin her í Havn,“ sigur Rasmus Nielsen, talsmaður hjá Jehova vitnum í Føroyum. „Endamálið við stevnuni er at vísa, hvussu mann kann fáa eina góða framtíðarvón. Vit hopa, at øll, sum koma á stevnuna, fáa nógv gott burturúr, og at tey finna út av, hvat tað í veruleikanum vil siga at tilbiðja Gud, og hvussu tað kann hjálpa teimum at takkla avbjóðingar í gerandisdegnum.“

Á stevnuni „Hvussu skulu vit tilbiðja Gud?“ vera video, fyrilestrar og samrøður. Alt er grundað á Bíbliuna. Nøkur av evnunum vera:

„Hvussu skulu vit tilbiðja Gud?“
„Hvat kunnu vit læra av tí, sum Jesus segði?“
ALMENNUR BÍBILSKUR FYRILESTUR: „Tilbiður tú tað, sum tú kennir?“

Hæddarpunktið leygardagin er dópurin. Nógv av teimum, sum koma á stevnuna, gleða seg eisini til at síggja 2. part í videorøðini „Frásøgan um Jesus“. Videorøðin, sum er í 18 pørtum, gevur eitt neyvt innlit í Jesu lív, og alt í røðini er grundað á tey fýra evangeliini í Bíbliuni. Á stevnuni í fjør var frumsýning av 1. parti. Fríggjadag og leygardag verður 2. partur vístur í tveimum.

Í 2024 vóru næstan 11 milliónir til staðar á teimum meira enn 6.000 stevnunum, sum Jehova vitni skipaðu fyri um allan heimin.

Um tú vilt vita meira um stevnuna, ert tú vælkomin at fara inn á jw.org > Um okkum > Stevnur.
Í stuttum:

Hvat: Stevnan hjá Jehova vitnum í 2025 „Hvussu skulu vit tilbiðja Gud?“ Nær: 18.-20. juli 2025
Hvar: Høllin á Hálsi, Tórshavn
Hvør: Øll eru vælkomin

Eyka upplýsingar: Stevnan er ókeypis. Fríggjadagin frá 9.20 til 16.50, leygardagin frá 9.20 til 16.50 og sunnudagin frá 9.20 til 15.30. Hvønn dag er ein døgurðasteðgur upp á 1 tíma og 20 minuttir. Fyrilestrar, samrøður og video, sum eru grundað á Bíbliuna. Nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd:

Fríggjadagin 18. juli, kl. 11.45: „Hvør er tað í veruleikanum, sum stýrir heiminum?“ Fríggjadagin 18. juli, kl. 16.10: „Hvat sær Jesus í tær?“
Sunnudagin 20. juli, kl. 11.15: „Tilbiður tú tað, sum tú kennir?“

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…