Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarstjóraheilsan: Her er gott at vera

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.07.2025 - 11:56 Myndarøð Tíðindi

Nú eitt gott hálvt ár er farið av setuni kann staðfestast, at tað ER gott at búgva í Hvannasunds kommunu, sigur Karl Vilhelm Hansen borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu

 

Eg visti ikki hvat eg skuldi vænta, tá eg á nýggjárinum á fyrsta sinni setti meg í borgarstjórasessin. Eg fekk skjótt at sanna, at læringskurvin er brøtt og um uppgávan skuldi hepnast væl, var neyðugt við góðum fólkum rundanum meg. Og tað kann eg av røttum siga, at tað tað uppá ongan hátt er mangul av fittum og dugnaligum fólki í Hvannasunds kommunu – alt frá umsiting, bygdaráðið, umsjónarmonnum og hjálpsomum og arbeiðssomum fólkum annars, sigur Karl. 

Hóast eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið er liðið síðani nýggja bygaráðið tók við, so er væl komið burturúr. Millum annað hava verið fleiri góð og væl fyrireikað tivnaðartiltøk. Okkara røsku ungdómar í Ung í Arbeiði eru byjaði uppá eina stásiliga og hugnaliga gøtu, ið er partur av eini størri heildarætlan við gøtum fram við sjóvarmálanum runt um í kommununi. Vegurin omanfyri kommunuskrivstovuna er breiðkaður. Verkætlanin Undir Gerðhamri verður liðug nú fyrsta dagin. Neystið, sum kemur at fríðka væl um við síðurnar av torginum í Norðdepli, verður vónandi liðugt skjótt. Hvannasunds kommuna er nú eisini við á Føroyar Live. Harumframt verður arbeitt við fleiri spennandi málum, sigur borgarstjórin

Jú mín sann er gott at búgva í tronganum. Góða summarferiu øll somul, sigur Karl at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið