Lýsing
Lýsing
Lýsing
Havast skal í huga, at talan er um skitsuuppskot, og tí koma møguligar reguleringar, tá ið myndugleikasettið verður framleitt og seinni góðkent.

Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  15.07.2025 - 19:00 Myndarøð Tíðindi

Í hesum umfari er talan um 4 nýggjar íbúðir, sum koma niðan Horn. Klaksvíkar kommuna lýsti lendi til sølu í mai, og inn komu trý uppskot. Á seinasta býráðsfundi, sum var síðst í juni, samtykti eitt einmælt býráð at taka av tilboðnum frá Malltek.

 

Í lýsingini stóð, at tað var upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin bleiv skipað, men við kravi um, at byggingin skuldi skipast sum íbúðabygging við 4 búeindum sambært byggisamtyktini.

Skitsuuppskotið frá Malltek varð væl lýst, og varð í einari heildarmeting mett best.

 

4 íbúðir umleið 95 – 100 m2

Talan er um íbúðir við framúr útsýni, har tað eru tvey kømur, køkur/stova, vesi, gongd,  tøknirúm, umframt skúrar. Byggingin er uppdeild í tveir bygningar, ið eru knýttir saman av eini trappugongd, sum gevur lívd og eitt rúm sum íbúgvarnar eru felags um.

Metingarbólkurin legði í metingin dent á, at byggingin fellur væl inní lendið og verandi grannalag. Tilfarsvalið er væl valt, og gevur eitt nýmótans og norðurlendskt úttrykk, umframt at byggingin tekur atlit til veður og sólarljós.

Økið er uml. 630 m2 til støddar, og kostnaðurin fyri økið, sum verður selt til Malltek, er kr. 1.150 kr/m2, t.v.s. kr. 724.500,-. 

Væntandi verður matrikuleringin komin uppá pláss aftaná summarfrítíðina, so Malltek endaliga kann keypa lendið og fara undir verkætlanina. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…