Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ higartil í ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.07.2025 - 23:23 Ítrottur Tíðindi

KÍ spælir hóskvøldið dystin, sum higartil er størsti dystur hjá KÍ í kappingarárinum 2025.

Og tað kann eisini blíva tann størsti, men tað veldst um úrslitið.

Fyrst og fremst stendur ítróttarligi stoltleikin uppá spæl. Ein samanlagdur sigur móti formsterkasta liðnum í Finnlandi vildi verið millum bestu úrslitini hjá føroyskum liðum nakrantíð við undantaki av úrslitunum hjá KÍ í 2023. Tað eru slík úrslit, sum leikarar, umboðsmenn og onnur uttanlands hyggja eftir og meta KÍ-liðið útfrá.

Síðani er tað fíggarligi parturin. Har standa 2,8 milliónir uppá spæl við møguleika at vinna 2,8 mió meir í komandi umfari.

Og til síðst leggur hetta grundarlagið fyri komandi fýra árini í altjóða fótbólti. Tað eru úrslit síðstu fimm árini, sum avgera styrkismetingina. Vinnur KÍ seg víðari, so fær KÍ 0,5 stig afturat fyri í ár, men rýkur KÍ út, so verðiur KÍ standandi á 1,0 stigum fyri 2025. Hetta hálva stigið kann fáa avgerandi týdning, tá KÍ t.d. um eitt ár sannlíkt skal spæla Champions League, har møguleikarnir at koma langt eru nógv betri.

Talan er er torføra uppgávu hjá KÍ. Føroyar liggja á 40. plássi fyri feløg, meðan Finnland liggur á 37. plássi. Tað merkir, at feløgini í Finnlandi síðstu fimm árini hava fingið betri úrslit enn tey føroysku og tá skal havast í huga, at Føroyar liggja óvanliga høgt vegna góða árið í 2023. Undan fyrra dystinum var SJK favorittur, meðan KÍ er lítil favorittur hesaferð. Ein sigur í fyrra dystunum á útivølli er góður at hava, men tað hevur KÍ bara einaferð roynt áður og tá tapti KÍ sín higartil einasta altjóða dyst í Klaksvík og reyk út. Søguliga sæð hava finsk lið við einum undantaki altíð verið betri enn tey føroysku og eru komin víðari.

Gamla skýlið er útselt, meðan síðsti bólkur nú verður seldur í nýggja skýlinum, meðan nógv pláss er eftir aftanfyri málið, har eisini tey nógv bíligastu plássini eru. Atgongumerki til dystin hóskvøldið kl. 19.45 eru til sølu á atgongumerki.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…