Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fornfrøðingar og fornfrøðilesandi leita eftir søguligum sporum á Sandi | Mynd: Søren Sindbæk

Víkingarnir helst ikki fyrstir í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.07.2025 - 21:05 Mentan Tíðindi

Søgan um Føroyar og føroyingar byrjar kanska ikki við víkingunum kortini. Tí á Sandoy leita fornfrøðingar og lesandi eftir prógvum um, at fólk hava búð har áðrenn víkingarnar. Tað byrjaði við løgnum sporum í jørðini: brend byggkorn funnin í einum øskulagi. Kornini vórðu dagfest til millum ár 300 og 500 – minst 300 ár áðrenn víkingar komu.

Tað hevur annars verið breið semja um, at víkingar úr Noregi vóru teir fyrstu, sum búsettust í Føroyum í 800-talinum. Men nú eru brend byggkorn funnin í Í sand- og torvøsku-løgum, sum komu til sjóndar, tí havið hevur etið seg inn í strondina. Eitt altjóða granskaratoymi við Mike J. Church frá Durham University, saman við m.a. Føroya Fornminnissavni og University of Glasgow, fann kornini.

Søren Sindbæk, fornfrøðingur og prodekanur á Aarhus Universiteti, sigur, at “Eitt byggkorn er spennandi, men ikki nóg mikið til at broyta søgubøkurnar. Vit leita eftir byggingum, ruski og sporum eftir líví.” Útgrevsturin er á eini sandstrond, sum er óvanlig í Føroyum. Søren Sindbæk sigur um Sand: “Hetta er besta staðið at lenda, um tú komst í opnum báti fyri 1000 árum síðani.”

Útgrevsturin er eisini neyðugur, tí hav og stormar hótta við at oyðileggja sporini. Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Føroya Fornminnissavni, sigur, at vit mugu bjarga hesum minnum, áðrenn tey hvørva í havið, og Søren Munch Kristiansen, lektari í jarðfrøði, brúkar nýggjar hættir at finna smáar kemiskar spor – t.d. litir og krydd – sum fólk hava tikið við sær. Hetta kann vísa á menniskjaliga hjáveru, sjálvt um eingin bygningur ella rusk er eftir.

Helgi Michelsen sigur, at søgan um írsku munkarnar er kend í Føroyum. Í skúlum læra børn um Dicuil, ein írskan lærdan, sum í 825 skrivaði um oyggjar norðan fyri Skotland, áður búsettar av munkum, men nú tiknar av “sjórænarum” – helst víkingum. Men, sigur hann: “Vit hava bara skriftliga kelduna frá Dicuil – ongi fysisk prógv.” Søren Sindbæk sigur, at tað er ikki óhugsandi, at fólk hava búð í Føroyum longu í steinøldini.

“Vit vita, at fólk hava búð á Orknoyggjum og Hetlandi síðani steinøldina. Fuglar flúgva móti Føroyum, og tað er ikki torført at ímynda sær, at fólk hava fylgt teimum.” Men hvørji tey fyrstu veruliga vóru, er enn óvist. “Fyrsta stig er at finna útav, um nakar var her áðrenn víkingarnar. Síðani mugu vit finna útav, hvør tað var.”

Granskararnir vænta ikki at verða lidnir í ár, men ætla at koma aftur í 2026.

Kelda og víðari lesnaður: https://videnskab.dk/kultur-samfund/hvem-kom-foer-vikingerne-ny-udgravning-kan-vende-faeroeernes-historie-paa-hovedet/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varaleiða­rin legði búffar á grillina
So er klárt til ókeypis Fish and Chips í…
Julian knústi føroyska metið
Føroyskir politikarar skilja ikki antitr…
Vatnkríggj í fagrasta veðri
Myndarøð: Fiski­kapping á Sjómanna­degnum
Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokr…
Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi…
Norðoya Tjóðveldis­felag fegnast um Russl…
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Frásøgn um eina av lívshendingu­num frá B…
Lands­stýris­kvinnan á Aqua Nor í Tróndhei…
Adrenaline við nýggjum staklagið