Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skýggini hanga tung niður yvir fjallatopparnar í dag. Vit skulu rokna við, at tað fara tey eisini at gera í morgin. Mikudagin og restina av vikuni fer skýfóturin at vera nakað hægri. | Mynd: faroeislandslive.com

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.07.2025 - 11:08 Tíðindi Veðrið

Hann er eystan í dag – eitt lítið lot um 5 m/s. Luftin er lýggj, hitamátarar okkara og Landsverks vísa upp í 19 stig. Luftin er eisini slavin, flestu fjallatoppar síggjast ikki. Víkir, sum venda ímóti ættini, eru huldar í mjørka, so tjúkkur, segði ein, at hon fekk ikki vindeygað upp.

Hetta er hátrýstveður – tá ið miðjan á hátrýstinum er eystanfyri. Lá tað mitt yvir Føroyum ella sunnanfyri, so var helst klárt allasteðs.

Tað fer at vera soleiðis í morgin afturat, so kemur broyting í.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Hetta til á middegi í morgin:

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, yvirhøvur turt í skiftandi skýlofti við støðum, har tað er smáskýggjað og sólglottar, men eisini við støðum við támi ella mjørka. Út á seinnapartin og frameftir bert eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 14 til 19 stig.

Týsdagin

Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Eitt skifti seint seinnapartin og um kvøldið samregn. Fram ímóti midnátt slítur í. Um náttina lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 11 til 16 stig.

Mikudagin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin malandi av ymsum ættum og okkurt ælið. Um kvøldið og náttina aftur eitt lítið lot vestan og yvirhøvur turt. Hitin 11 til 16 stig.

Hósdagin

Lítið lot vestan á morgni, minni enn 5 m/s, sum fyrrapartin og seinnapartin spakuliga gongur niður í sunnan, meðan tað er samdrigið og yvirhøvur turt. Um kvøldið lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um náttina gongur hann vesturum til útsynning. Hitin 10 til 15 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningini, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um náttina samregn. Hitin 10 til 15 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varaleiða­rin legði búffar á grillina
So er klárt til ókeypis Fish and Chips í…
Julian knústi føroyska metið
Føroyskir politikarar skilja ikki antitr…
Vatnkríggj í fagrasta veðri
Myndarøð: Fiski­kapping á Sjómanna­degnum
Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokr…
Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi…
Norðoya Tjóðveldis­felag fegnast um Russl…
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Frásøgn um eina av lívshendingu­num frá B…
Lands­stýris­kvinnan á Aqua Nor í Tróndhei…
Adrenaline við nýggjum staklagið