Lýsing
Lýsing
Lýsing

Treysti fýra luttakarar á Oyggjaleikunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.07.2025 - 12:06 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Treysti hevði fýra luttakarar við á ársins Oyggjaleikum á Orknoyggjum - Oddvør, Maria, Rutt og Julian

 

Oddvør luttók í bæði 100m og 200m renning, har hon í báðum førum rann seg í finaluna. Hon gjørdist harvið fyrsta føroyska kvinnan nakrantíð at renna seg í 100m finaluna á Oyggjaleikum.

Maria rann 400m og 400m rimarenning. Hon tryggjaði sær finalupláss í 400m, men rakk ikki heiðursmerkja plássunum. Í 400m rimarenning var hon tó heilt suveren – har vann hon gull og setti nýtt føroyskt met.

Oddvør og Maria luttóku eisini í bæði 4x100m og 4x400m boðarenning. Í 4x400m vann føroyska liðið eitt flott bronsuheiðursmerki, og settu samstundis nýtt føroyskt met.

Rutt var av fyrsta sinnið við á Oyggjaleikum, har hon luttók í bæði 5000m og 10.000m renning. Hon hevur seinastu tíðina víst framstig, og kom hetta til sjóndar tá hon á 5000m renningini setti nýtt persónligt met, við tíðini 18:22 min

Julian luttók í 1500m, 5000m og hálv maraton. Í 1500m tryggjaði hann sær eitt pláss í finaluni har hann endaði á einum 4. plássi. Í 5000m rann hann seg til eina bronsu í eini taktiskari renning. Bert 12 tímar seinni stóð hann á startstrikuni aftur – hesa ferð til hálvmaraton. Har megnaði hann enn einaferð at vinna eina bronsu. Hálvmaraton taldi eisini sum liðkapping. Her vann føroyska liðið við Julian, Rógva og Nela eitt gullheiðursmerki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tvørfak­lig venjing umborð á Jupiter
Hvussu nógv brotsverk skulu vit góðtaka,…
Nýtt tíðarskeið á Kalsoyar­leiðini
Gevist við at fara eftir Palleba og Mars…
Fantasy Premier League í Norð­lýsinum
Leygar­dagin Kl 14:00 verður FM Í triatlo…
Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir…
Fýra ungir HF næmingar stjørnaðu Norðlýs…
Upptakt: Neman-KÍ
KÍ - Víkingur (kvinnur) 2-0
Konfirmantar 2026
Køkukapping á Føroya Sjómannadegi 2025
FNU heilsar veðurlags­lóg vælkomnari!
Fagnaðarløta á Sjómansheiminum
Sjómanna­dagar­nir nærkast
Savna fløskur til frama fyri Drivinum
Í dag hevur KÍ síðstu fyrireikingarnar
Starvs­fólka­bygningu­rin hjá Klaksvíkar Sj…
KÍ í Varpinum
Gleði og spenningur á Húsarhaldsskúla­num…