Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sansa upplivingar í náttúruni

SKRIVAÐ: Barnabati  |  22.07.2025 - 09:39 Tíðindi

Leygardagin 26. juli skipar Barnabati fyri tiltakið úti í Grøv í Klaksvík. Hetta er eitt av tveimum summarátøkum 2025 "Sansa upplivingar í náttúruni".

 

 


Myndir frá tiltakinum 12. juli í Viðarlundini í Havn eru at síggja á facebook síðu okkara, og tvær myndir eru viðfestar her saman við mynd av lýsing um tiltakið.

Nýggjar kanningar í Føroyum vísa, at børn virðismeta løtur í náttúruni.

Tey ynskja stuttligar og avbjóðandi upplivingar í grønum umhvørvi, har tey kunnu stilla sinnið og varnast veður og vind í einum fríum umhvørvi.

Eisini vísa kanningarnar, at børn leingjast eftir ró og nærveru saman við foreldrum og avvarðandi.

Við støði í hesum bjóðar Barnabati til eitt serligt tiltak í summarfrítíðini. 

Í samstarvi við Sóleyð Ísaksdóttir Hermansen bjóða vit eina løtu við sansa upplivingum í vakra náttúruumhvørvinum úti í Grøv í Klaksvík 26. Juli.


Vit hittast niðri í Grøv kl. 10 – 10:30.

Tak eina mottu ella teppi við – náttúran ger restina 
Tiltakið er ókeypis og Barnabati bjóðar okkurt leskiligt omaná.
Kom og ver við !

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…