Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gamli Pison farin seinasta túrin

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  22.07.2025 - 09:47 Tíðindi Vinna

Í síðstu viku var gamli Pison, sum æt Fiskimúli móti endanum, sleipaður út á Skála til upphøggingar. Skipið fekk navnabroytingar, og varð umbygt seinnu árini, men í 2021 var tað lagt. Tá hevði línuskipið verið í vinnu í 60 ár.

 
 
Pison kom á Klaksvík í 1961, og var systirskip hjá Jógvan S, sum Seglhúsmenninir frammanundan høvdu latið byggja á Søviknes skipamiðjuni nær Ålesund í Norra í 1959. Tó var innrættingin umborð á Pison eitt sindur broytt.
 
Snotulig vóru hesi norsktbygdu línuskipini, sum klaksvíkingar mugu hava verið væl nøgdir við, tí tá Pison kom, var hetta fjórða norsktbygda línuskipið til Klaksvíkar eftir einum ári. Pison kostaði 1,32 milliónir krónur at byggja. Í 1963 fingu Seglhúsmenninir eitt líknandi línuskip afturat frá somu skipasmiðju, sum fekk navnið Kvikk.
 
Teir, sum sigldu við línuskipunum tey fyrstu árini, hildu hetta skipslívið vera strævið, tí tá var ongin skipað frívakt. Onkuntíð kundu vaktirnar koma upp í 20 tímar, og tá var lítil svøvnur, og menn vóru túraðir. Línubátarnir settu einar 160 - 200 stuttar stampar av línu um samdøgrið, sum skuldu egnast við hond, og ofta stóð á við egningini. Seinni varð hetta broytt soleiðis, at menn fingu fasta frívakt, og tá kom meira buturúr.
 
Martin Heinesen, sum frammanundan hevði ført sluppina Esther í 14 ár, var fyrsti skiparin á Pison. Navnið Pison er úr Bíbliuni, og er navnið á eini á, sum rann úr Eden urtagarðinum, og rann rundan um alt landið Havila, har sum gull er at fáa. Símun Waag Høgnesen tók myndina í 1975.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…