Lýsing
Lýsing
Lýsing
S8000 Banderol, eisini rópt Frankenstein-missilið, verður sent frá eini dronu og er mett at kunna røkka 500 kilometrar. Fleiri lutir av vesturlendskum uppruna, eisini lutir av avgerandi týdningi fyri, at missilið fær virkað, eru brúktir í framleiðsluni av hesum russiska missilinum | Mynd: Russiska tjóðarvarpið

Vesturlendsk framleiðsla í russiskum Frankenstein-missili

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.07.2025 - 09:25 Politikkur Tíðindi Vinna

Russiska framleiðslan av missilum er í stóran mun treytað av vesturlendskum komponentum. Tí hóast vesturheimurin skal eitast fyri at hava sett í verk sanktiónir móti Russlandi, so verða vesturlendskar fyritøkur ikki trýstar til at taka undir við teimum, og lutirnir finna aðrar vegir til Russlands.

 

 

Herfyri kom tað fram, at ein rúgva av lutum úr m.ø. USA, Japan, Schweiz, Suðurkorea og Australia eru funnir í russiskum kryssaramissilum. Missilið S8000-Banderol verður longu brúkt ímóti ukrainskum býum, og tað ørkymlar ukrainarar, at vesturlendskir lutir finna vegin fram til krígsmaskinuna hjá Putin.

Trygdartænastan hjá ukrainsku hermegini finnur framvegis russisk vápn, sum eru full av vesturlendskari tøkni. Hetta hóast, at sagt hevur verið, at sanktiónirnar móti Russlandi skuldu steðga tí. Olena Bilousova, sum er seniorgranskari á Kyiv School Economics, sigur, at tað hevði verið øgiliga dramatiskt fyri Russland, um russarar ikki fingu fatur á hesum komponentunum; fleiri av teimum eru sjálvir ”heilin” í russisku vápnunum, og tey høvdu ikki riggað uttan.

Russiska S8000-Banderol verður vanliga rópt ”Frankenstein-missilið”, og Olena sigur, at tað er prógv fyri, at Russland ongar trupulleikar við at sleppa rundan um revsitiltøkini. Uppaftur álvarsamari er tað, sambært henni, at Russland við hesum kann kopiera vesturlendsku lutirnar.

Frankensteinmissilið ella S8000 Banderol inniheldur m.a. sporføriseindir úr USA, battarípakka úr japan, ein elektroniskan forsterkara úr Suðurkorea og tann mest kritiski luturin er mikrokontrollarin STM32 úr Schweiz. Hann er heilin í russiska missilinum, sum ikki hevði virkað uttan.

Tað er serliga ígjøgnum Kina, at lutirnir finna fram til Russlands, men eisini koma teir til Russlands ígjøgnum Turkaland og Kazakhstan.

Leggjast kann afturat, at tað er langt frá einans í Frankensteinmissilinum, at vesturlendskir komponentar eru at finna. Vesturlendsk framleiðsla er javnan at finna í russiskum vápnum.

 

 

Kelda og víðari lesnaður: https://ekstrabladet.dk/nyheder/krigogkatastrofer/russisk-frankenstein-missil-bygges-af-vestlige-komponenter/10885331

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
KÍ hevur havt sína dystardag-1 venjing
Frøði hesa ferð
Sethúsaprísir øktir skjótari enn tøka in…
Samlaða eftirlønaruppsparingin 13,2 mia.…
Kunsturin at skjóta út til horna
Vestur­lendsk framleiðsla í russiskum Fra…
Paranoid og ein punkterað Puch Maxi
Katrin og Alex Sólstein krúndiamantbrúðl…
Søgan um Merle Haggard (8:9)
Nýggir dímunardropar á handilshillunum
Samson M/­s norðuri við Jan Mayen eftir n…
KÍ-hópurin er komin til Serbia
Skal ES nú steingja føroyskar havnir?
Sjálvt Hitler megnaði ikki at týna Fudba…
85 ára Føðingardagur
Politiið ger venjingar við Tjarnir í dag
Gamli Pison farin seinasta túrin
Sansa upplivingar í náttúruni
Eykaaðalfundur í Norðoya Bátafelag