U18 lið í sandflogbólti til undankapping í Andorra
Tvey lið - eitt gentulið og eitt dreingjalið - eru komin til Andorra og skulu á sandin um vikuskifti. Kappingin er um at vinna sær rættin til at luttaka í U18 EM endakappingini í 2026.
Tað eru Marjun á Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen úr Drátti, sum umboða Føroyar fyri U18 gentur og Jóhan Kass Henriksen úr Ternuni og Óli Kluftá Hvítklett úr SÍ, sum umboða Føroyar fyri U18 dreingir.
Leikararnir saman við venjaranum Oleksandr Dmytriiev og liðleiðaranum Berit Vilhelmsen fóru úr Føroyum til Barselona í gjár og koyrdu síðani harfrá til Andorra.
Undankappingin er skipað undir CEV-SCA, sum eru smærru tjóðirnar í CEV og vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini í 2026.
Við tað, at føroysku U18 høvdu hevði eina væleydnaða luttøku í EM kappiningini fyri U18 lið í 2024 og endaðu omanfyri top 30 í Evropa, eru bæði føroysku liðini styrkismett sum nr. 2 av 7 liðum. Bara heimaliðið Andorra er styrkismett hægri.
Føroysku dreingirnir leggja fyri í morgin kl. 8.50 føroyska tíð. Teir skulu tá leika ímóti Íslandi. Vinna teir hendan dystin, skulu teir kl. 15.30 leika ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Skotland og Andorra. Tapa teir hinvegin fyrsta dystin, skulu dreingirnir kl. 16.20 leika ímóti taparanum av sama dysti.
Genturnar leggja fyri í morgin kl. 12.10 føroyska tíð. Genturnar leggja somuleiðis fyri ímóti Íslandi. Vinna genturnar hendan dystin leika tær leygarmorgunin kl. 8.00 føroyska tíð ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Írland og Andorra. Tapa genturnar dystin, so leika tær kl. 8.50 ímóti taparanum av sama dysti.
Leygardagin verða play-off dystir og sunnudagin verða hálvfinalur og finalur.
Tað verður væntandi gjørligt at síggja dystirnar og ein leinkja til hetta verður kunngjørt á facebook síðunu hjá Flogbóltssambandi Føroya seinni í dag.
Luttøkan í hesi kappingini fyri U18 lið og um eina viku í Írlandi fyri U20 lið í sandflogbólti er liður í eini longri ætlan fyri sandflogbólt hjá Flogbóltsssambandi Føroya, har Oyggjaleikirnir í 2027 eru partar av hesi ætlan.
Luttøkan er gjørlig vegna stuðul frá Pelagos og Faroe Ship og hartil eisini stuðul frá altjóða flogbóltssamgoguni FIVB.