Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konni Kass í Finsen

SKRIVAÐ: Fríðálvur A. Jensen  |  25.07.2025 - 18:48 Mentan Tíðindi

Har var júst góðskan eg væntaði

 

Eg má líka sleppa at siga nøkur orð um frálíku konsertina við Konni og teimum í Finsen, tí eg ”kom, sá og hoyrdi” tónleik í toppklassa.

Sjálvur ummælti eg báðar útgávurnar hjá henni - ”Haphe og Diplopia”, men eg havi veruliga saknað hana, tí vit hava ein veruliga dugnaligan tónleikara í Konni.

Onkur kann kalla slíkt ”skamrós”, men tá ein setir sær fyri at fara til ein slíka konsert, so er tað tí, at ein væntar nakað serligt!

Tað er júst tað eg fekk, tí har var henda stilla og dugnaliga Konni, sum byrjaði ikki so ”frambusandi”, men bygdi nakað upp og vísti síni veruligu kynstur.

Hon hevði fingið beiggjan Hilmar Kass og bassleikaran Torleik Mortensen við sær, meðan Kristoffur Mørkøre tók sær av tí tøkniliga.

Á konsertini ”Minnist Tú Enn” í Norðurlandahúsinum fyri kortum, hoyrdi eg tey bæði systkini og má siga, at slíka duett skal ein leita leingi eftir.

Vit kenna frálíka bassspælið hjá Torleiki, so við sínum kynstri dugdi hann at fáa henda frálíka jazzsoundin at fara upp í hesa hægru eindina.

Eg visti ikki, at tað lá so væl fyri við klaverspælinum hjá systkjunum báðum, tí í teirri einu framløguni byrjaði Konni á tangentunum og smidliga hevði Hilmar tikið yvir, meðan Konni á sín sera dugnaliga hátt treiv í saxofonina, sum lógvabrestirnir í salinum bóru boð um.

Tað serliga var, tá systkini bæði heiðraðu ommuna og abban, Connie og Simma, og sungu frálíka lagið ”Minnist Tú Enn”, sum ljóðaði til UG!

Sum sagt, so hevði eg stóra væntan til júst hesa konsertina, tí vit trý, konan og abbasonurin, fóru væl ríkaði og mett heimaftur.

Vónandi, fara vit at hoyra meira til tey, tí her eiga vit sera gávaðar tónleikarar, sum duga hetta við at seta tónar og framløgu saman.

Tað er ikki neyðugt við stjørnum, tí tær skinu í Finsen, hóskvøldið!

 

Fríðálvur A. Jensen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsta FM-finalan síðani 2015
U15-lands­liðshópu­rin er úttikin
Eitt samfelag í bíðistøðu
Hvat svaraði amerikanski læknin John Joh…
Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy
Fráboðan viðvíkj­andi støðuni í Ísrael og…
Pelagos hevur sett nýggjan stjóra
Konni Kass í Finsen
Sjórættu­rin á føroyskum hondum ólavsøkud…
Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamá…
Broytingar í innsavning­ini á Ólavsøku
Steintór og Tríggjar kvinnur
Takkarheilsan í sambandi við Friðargongu…
Nú fellir avgerðin hjá KÍ í Klaksvík
U18 lið í sandflogbólti til undankapping…
Bretska fregattin ST ALBANS vitjar í Før…
Jákup Sverri liðugur við makrel­kanningar
Nýtt kvæðalag hjá Jógvani Andrias Joense…
Friðargonga í kvøld
Upptakt: Radnicki 1923-KÍ