Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fráboðan viðvíkjandi støðuni í Ísrael og Gasa

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og vinnumálaráðið  |  26.07.2025 - 07:58 Politikkur Tíðindaskriv

Landsstýrið tekur undir við fráboðanini, ið 30 lond hava undirritað, um at kríggið í Gasa má fáa ein enda beinanvegin.

 

Gongdin í krígnum er ørkymlandi og støðan í Gasa er hættislig. Nýggjastu uppskotini um at tvingsilsflyta íbúgvarnar í Gasa, høvdu verið brot á altjóða humanitera lóg. Samstundis gera umstøðurnar kring útvegan av neyðhjálp atgongdina til grundleggjandi veitingar lívshættisliga hjá neyðstøddum í Gasageiranum. Mett verður eisini, at uppskot um demografiskar broytingar í teimum hersettu palestinsku økjunum skerja grundarlagið fyri eini loysn við tveimum ríkjum. Somuleiðis sita gíslar framvegis í varðhaldi og eiga allir gíslar at verða treytaleyst leyslatnir alt fyri eitt.

Allir partar í vápnaðum stríði skulu halda altjóða og humanitera lóg, og taka øll neyðug stig til tess at verja sivil, undirstøðukervi og virksemi í økjum rakt av kríggi.

Føroya landsstýri tekur undir við áheitanini um eina skjóta, treytaleysa og varandi vápnahvíld.

Fráboðanin sæst her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…