Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: fsf.fo

U15-landsliðshópurin er úttikin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.07.2025 - 10:17 Ítrottur Tíðindi

18 leikarar eru úttiknir til UEFA-menningarkapping. 

FSF skrivar:

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkapping, sum verður í Estlandi frá 6. til 13. august


Estland, Lettland og Gibraltar vera mótstøðulondini, tá føroyska U15 landsliðið við dreingjum í næsta mánað fer til Tallinn í Estlandi, har UEFA menningarkapping er á skránni.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15 dreingjunum og hann hevur nú kunngjørt teir 18 spælararnar, ið er úttiknir.

Hópurin
Josef Nattestad, 07 Vestur
Rúnar Næs, B36
Rani Demir Beinirsson, B36
Hjalti Rógvasson, B36
Jógvan Oskar Højgaard, B68
Pætur Magnasson, EB/Streymur
Kristjan Róksson, HB
Jógvan Linklett Mortanson, HB
Regin Tórálvsson Poulsen, HB
Markus Trier Simonsen, HB
Baldur Bartalsson, HB
Teitur Rógvasson, FC Suðuroy
Joen Heini Gunnarsstein, KÍ
Lukas Kamsgarð Joensen, TB
Tollak Fløche Clementsen, Middelfart Boldklub (Danmark)
Kári Zachariasen, ÍF
Andrias Gøte Áslakkson, Víkingur
Búgvi Hansen, Víkingur

Ferðalagið ferðast úr Føroyum mikudagin 6. august. Fríggjadagin 8. august spæla Estland og Føroyar, sunnudagin 10. august skulu okkara dreingir royna seg ímóti Lettlandi, og mikudagin 13. august verður punktum sett ímóti Gibraltar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…