Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góð byrjan fyri palllistaskúlan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.07.2025 - 22:44 Mentan Tíðindi

Í vikuni var fyrsta skeiðið hjá Palllistaskúlanum í Mentanarhúsinum Varpinum og eydnaðist tað sera væl. Nærum 30 børn í aldrinum 9-12 ár luttóku, og fyltu mentanarhúsið við sangi, dansi, sjónleiki og tónleiki.

 

Palllistaskúlin er eitt samstarv millum Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Varpið, og er karmur um styttri og longri palllistaskeið fyri børn. Endamálið er at kveikja áhugan hjá børnum fyri sangi, dansi, sjónleiki og tónleiki, og at menna teirra førleikar.


Palllistaskúlin er í fyrstu atløgu ein royndarverkætlan, sum Klaksvíkar Kommuna og Mentamálaráðið hava latið stuðul til. Ætlanin er at skipa fyri fleiri stutt-skeiðum í næstum, og við tíðini vónandi at kunna skapa fleiri skipað tilboð fyri børn og ung í norðoyggjum.


Fyrsta skeiðið var mána- og týsdagin 21. og 22. juli, og vóru uml. 30 luttakarar, bæði gentur og dreingir, og javnt býtt frá 9 til 12 ár. 

Størsti parturin av luttakarunum vóru børn úr norðoyggjum, men eisini vóru tað fleiri úr Havn og aðrastaðni í landinum, sum høvdu leitað sær norð hesar dagarnar, og gleðast fyriskipararnir um stóra áhugan.


Næsta skeiðið í røðini verður longu miðjan august, og tekningin letur upp eftir Ólavsøku. Tað verða tey somu, sum standa fyri undirvísingini; Birita Adela frá Opera.fo, Durita Samuelsen frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Annfinnur Heinesen frá Varpinum og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen sum er partur av yrkisdansibólkinum RIVA. 


Kunning um tekning er at finna á www.opera.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…