Lýsing
Lýsing
Lýsing
"Útlit eru til, at fíggjarlógin fyri 2026 fer at vísa stórt hall, tá munandi minni kemur inn í tøkugjøldum, nú laksaprísurin er so lágur” sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum. | Mynd: Norðlýsið

Búskaparfrøðingur: “Løgmaður má vísa á ítøkiligar loysnir í Ólavsøkurøðuni”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.07.2025 - 11:01 Politikkur Tíðindi

Útlit eru til, at fíggjarlógin fyri 2026 fer at vísa stórt hall, tá munandi minni kemur inn í tøkugjøldum, nú laksaprísurin er so lágur. Tí hevur tað skund við ætlaða nýskipanararbeiðinum hjá landsstýrinum, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum.

 

 

Ólavsøkurøða løgmans er eitt høvi hjá landsstýrinum at melda út, hvørjar ætlanir skulu fremjast komandi tingssetuna. Røðan hesaferð er serliga áhugaverd, tá komandi tingsetan verður tann seinasta, áðrenn løgtingsval verður útskrivað.

Rembingar eru í búskapinum, har serligt fokus er á lága laksaprísin, sum ger, at landsstýrið kann vænta sær fleiri hundrað milliónir krónur minni inn frá tøkugjøldunum og serskattinum á alivinnuna enn áður væntað. Fríggjadagin 25. juli 2025 staðfestu norskir miðlar, at laksaprísurin hesa vikuna er komin niður á 50 NOK/kg, sum svarar til 31 kr/kg í okkara pengum. Framleiðslukostnaðurin hjá føroysku alifyritøkunum er millum 40-50 kr/kg, tí gevur alingin undirskot í løtuni.

Tí hevur Norðlýsið sett formanninum í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, stevnu fyri at hoyra, hvørji hyggjuráð búskaparfrøðingurin hevur til løgmann í sambandi við ólavsøkurøðuna.

 

Bústaðartrotið verður ikki loyst í komandi tingsetu

Í samrøðu við annan miðil tekur løgmaður fram bústaðartrotið sum størstu avbjóðingina, sum samfelagið stendur við. Hesum er Johnny í Grótinum ikki heilt samdur í.

“Tað er rætt, at bústaðarmarknaðurin hevur verið kroystur í eina tíð, sum sæst aftur í stórum príshækkingum seinnu árini. Men tað er púra órealistiskt av løgmanni at fokusera upp á at loysa hesa avbjóðing í komandi tingssetu. Tí tað er nærum dømt at miseydnast upp á forhond, tá hetta er ein langfreistað avbjóðing, sum krevur bygnaðarlig átøk, sum taka drúgva tíð at seta í verk og síggja úrslit av.

Ikki tí, tað er skynsamt at orða ein nýggjan bústaðarpolitikk, har Bústaðir fær ein meira fokuseraðan leiklut í mun til sosialpolitisk endamál.

Útboðið av grundøkjum og bústøðum í høvuðsstaðnum kann væntast at økjast nógv komandi ár, tá ein útstykking er í umbúnað í Hoyvíkshaganum til 400 bústaðareindir eins væl og aðrar 200 bústaðareindir eru ávegis á Argjahamri. At útboðið ikki hevur klára at fylgt við eftirspurninginum er høvuðsorsøkin til ógvusligu príshækkingarnar. Her tykist vend vera ávegis.”

 

Landskassin bløðir og loysnir mugu finnast

Hvat vónar formaðurin í Búskaparráðnum so, at løgmaður boðar frá í Ólavsøkurøðu síni?

“Landskassin hevur stórar og vaksandi avbjóðingar við at fáa inntøkur og útreiðslur at javnviga, sum vit fleiri ferðir hava víst á. Og við aktuellu støðuni við sera lágum laksaprísum í mun til framleiðslukostnaðin, er tað bara enn meira átroðkandi hjá landinum at loysa hesa avbjóðing. Inntøkurnar koma ikki at bjarga úrslitinum hesaferð.

Fíggjarpolitiskt regluverk sigst vera ávegis, og tað fer løgmaður óiva eisini at boða frá í røðu síni. Og tað er neyðugt, men tað er als ikki nokk. Øll onnur framkomin lond hava langt síðani sett í verk fíggjarpolitisk regluverk, sum leggja bindingar á politisku skipanina í mun til at fáa inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna at javnviga, soleiðis at almenna skuldin ikki veksur óavmarkað. Tað er tí upp á tíðina, at vit í Føroyum eisini fáa eitt slíkt regluverk.

Men her og nú krevjast veruligar ábøtur í almenna geiranum, soleiðis at útreiðslurnar ikki bara halda áfram at økjast komandi árini. Landsstýrið sigst arbeiða við at seta eitt nýskipanarráð, men eg vóni, at løgmaður meldar greitt út í røðu síni, hvussu nógv skal sparast og innan hvørji økir. Hetta soleiðis, at tað ikki bara aftur nú verður salamihátturin, har øll skulu spara líka nógv.”

 

Geobúskapur setur dagsskránna

Kríggið í Ukraina og tollpolitikkurin hjá Trump eru dømir um altjóða hendingar, sum seta nýggj krøv til búskaparpolitikkin í øllum londum. Eitt nýtt hugtak hevur tikið seg upp í tí sambandi, sum nevnist geobúskapur. Hvussu kann tað vera viðkomandi fyri Føroyar?

“Geobúskapur er eitt hugtak samansett av geopolitikki og búskapi. Tað er ein lýsing av fyribrigdinum, tá lond brúka pengar, altjóða handil og búskaparliga rástyrki (í staðin fyri hernaðarligt vald) til at fáa sín vilja í heiminum.

Vit sóu tað við handilsboykottinum mótvegis Russlandi eftir innrásina í Ukraina, og vit síggja tað í handilspolitikkinum hjá Trump, har hann roynir at taka eina uppgerð við frælslynta handilsskipanina, sum hevur sett dagsskránna síðani seinna heimsbardaga. Kappingin millum Evropa og USA, og millum Kina og USA, tekur nú form av virknum vinnupolitikki, har londini royna at stuðla sínum egna vinnulívið við ymiskum skipanum, og seta forðingar fyri vinnufyritøkum úr øðrum londum.

Fyri ein pinkulítlan opnan búskap sum tann føroyska eru hetta ikki góð tíðindi. Vit njóta stóran ágóða av fríhandli, har vit hugsavna okkum um at framleiða og útflyta tað, sum vit eru best til, og innflyta úr øllum heiminum. Tí kann geobúskapur skjótt gerast ein bági fyri føroyska búskaparvøksturin.

Stýra landsins myndugleikar ikki rætt í hesum vandasjógvi, kann tað skjótt enda við, at vit gera átøk fyri at tekkjast onkrum handilsparti, sum so leggur okkum út við onkran annan handilspart. Hinvegin ber ikki til at stinga høvdið í jørðina, tá vit í dag eru ein búskapur, sum handlar sera nógv við sera stóran part av heiminum.

Í Ólavsøkurøðuni vóni eg tí eisini, at landsstýrið setur út í kortið, tá tað kemur til st stýra millum skerini í geobúskaparliga vandasjógvunum, sum herja í løtuni.”

Tað er Ólavsøkudag, at Løgtingið verður sett, har Løgmaður sum siðvenja er heldur Ólavsøkurøðuna. Helst fáa vit her nakrar ábendingar um, hvat sitandi samgonga ætlar sær at fara upp á val til komandi løgtingsval, sum skal vera í seinasta lagi á heysti 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapar­frøð­ingur: “Løgmaður má vísa á í…
Góð byrjan fyri palllistaskúlan
Wenzel 100 ár – Føroya størsti føðingard…
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Árgangur 1975 í Klaksvíkar skúla hittist…
Nøglin í dag kl. 15
Ólavsøkutelving
Fyrsta FM-finalan síðani 2015
U15-lands­liðshópu­rin er úttikin
Eitt samfelag í bíðistøðu
Hvat svaraði amerikanski læknin John Joh…
Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy
Fráboðan viðvíkj­andi støðuni í Ísrael og…
Pelagos hevur sett nýggjan stjóra
Konni Kass í Finsen
Sjórættu­rin á føroyskum hondum ólavsøkud…
Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamá…
Broytingar í innsavning­ini á Ólavsøku
Steintór og Tríggjar kvinnur
Takkarheilsan í sambandi við Friðargongu…