Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Nærum bara tey bíligastu atgongumerkini eftir til KÍ-Radnicki 1923

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.07.2025 - 17:03 Ítrottur Tíðindi

Tað sær út til at blíva útselt til avgerandi dystin hjá KÍ móti serbiska Radnicki 1923 hóskvøldið.

KÍ hevur nakrar ferðir havt seinna dystin í Klaksvík, men nakrar ferðir hava tapini á útivølli verið ov stór til at sigrar á heimavølli hava rokkið. KÍ er tvær ferðir komið víðari í Klaksvík. Móti Sutjeska úr Mintenegro í 2022 og móti SJK úr Finnlandi fyrr í summar.

Nú vitjar Radnicki 1923 úr Serbia, og tað er eitt lið, sum á pappírinum er væl betri enn SJK og serliga Sutjeska.

Og hóast Radnicki 1923 var greitt omaná í seinna hálvleiki í fyrra dystinum, so sigur søgan okkum, at tað er nakað heilt annað, ta KÍ spælir í Klaksvík. Greiningar og veddingarfyritøkur meta, at tað liggur á áleið 50/50 nú um, hvør fer at spæla seg víðari.

Á atgongumerki.fo hevur KÍ havt góða søla fyrstu dagarnar. KÍ hevur lækkað prísirnar aftanfyri málið, og tað eru framvegis hesi bíligastu plássini, sum fara síðst. Tað eru uttastu bólkarnir, har atgongumerkini kosta tað sama sum til landskappingardyst (100 kr.), har flest pláss eru eftir, meðan tað fyllist í hinum. Langsíðurnar blivu skjótt útseldar. Verður sølan síðstu dagarnar áleið sum hon plagar, so verður útselt hóskvøldið til hendan spennandi altjóða dystin, sum eisini verður tann síðsti í Klaksvík hjá nøkrum felag í ár óansæð úrslit.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…