Nakrar málsligar eygleiðingar
Føroyskt mál hevur eina fallskipan: Hvør, hvønn, hvørjum, hvørs eru tey orðini, sum vísa, hvørjum falli vit eru í.
Fyrisetingar, so sum í, við, av, fyri, eftir og ímillum stýra, hvørjum falli vit eru í. Fyrisetingin “við” ørkymlar opinbært summi, av tí at tað stýrir bæði hvørjumfalli og hvønnfalli: tí at í seinastuni havi eg ofta hoyrt fólk siga ting í hvørjumfalli, tá ið tað einasta rætta er, at siga tað í hvønnfalli. At tað er munur á “við hvørjum” og “við hvønn” skuldi ikki verið neyðugt at greitt frá. Tú kanst gera okkurt við onkrum (hvørjumfalli), men tú kanst eisini gera okkurt “við onkran” (hvønnfalli); og tað er als ikki tað sama.
Tíðindafólk duga ikki longur at skriva ella tosa
Í gjár hoyrdi eg eitt tíðindafólk á KVF (KynsVillingarstovni Føroya) siga, at “ Krimea brúgvin knýtir Krimea saman við fastlandinum”. Eg nevndi hetta fyri einum eldri manni, og hann segði: “Altso, hvussu kann nakar fáa seg til at siga sovorið?” Sært tú: Um Krimea brúgvin knýtir Krimea saman við fastlandinum, so eru ikki bert tveir partar til staðar, men tríggir, tí at so eru Krimea og fastlandið longu saman – og verða knýtt at einum triðja parti. Saman við onkrum merkir jú, at teir báðir partarnir longu eru saman. Nei, Krimea brúgvin knýtir Krimea saman við fastlandið (í hvønnfalli). Tað, sum er so ótrúligt, er, at slíkt vitleyst svass skal hoyrast sjálvt í almenna landsútvarpinum, og tað dagliga!.
Akademikarar duga ikki longur at tosa
Fyri rúmum mánaði síðani hoyrdi eg ein, sum tey kallaðu fyri “akademikara”, (hvat tað so er), siga á somu almennu útvarpsrás: “Um vit (NATO) fara í kríggj við teimum, so …”, men út frá samanhanginum, so meinti hann, “um vit fara í kríggj við teir”, tí at, at fara í kríggj “við teimum” er als og aldeilis IKKI tað sama sum at fara í kríggj “við teir”, men faktiskt tað tvør øvugta. At fara í kríggj “við teimum” merkir, at vit eru í sama parti, vit fara saman í kríggj; meðan at fara í kríggj “við teir” merkir, at tit fara í kríggj ímóti teimum. Tað sama má sigast her: Hvussu kann nakað vaksið fólk fáa seg til at mæla slíkt vitleyst svass út úr munni sínum, slíkt barnagarðssnakk, og fáa okkum at taka hann fyri fult, ennminni at virða hann sum ein “akademikara”, tá ið hann ikki eingong hevur lært at tosa enn? Bið hann fara og ganga síðstu trý árini umaftur í fólkaskúlanum, – um tað annars kundi hjálpt honum nakað, tá ið nú ikki eingong fólkaskúlalærarar duga at tosa ella skriva longur.
Ein gudfrøðingur, sum ikki dugir at tosa
Eitt triðja dømi var á vári 2022, tá ið ein sokallaður gudfrøðingur, (hvat tað so er), segði fyri opnari mikrofon, at “Hans Nielsen Hauge hevði eitt møti við Guði”. Slíkt vitleyst svass av eini aðrari verð, tað má eg siga!. Um Hauge hevði eitt møti við Guði, so hildu hann og Guð møti saman, tí at “Guði” er í hvørjumfalli. Nei, Hans Nielsen Hauge hevði eitt møti við Guð, í hvønnfalli. Altso, hvønn hevði hann eitt møti við? Jú: Við Guð!. Sært tú, man kann møta Guði, men tað er ikki tað, hon royndi at siga, men at hann hevði eitt møti við Guð, og tað er IKKI tað sama. Hetta er altso sannleikin. Rætt er rætt, og rangt er rangt, og tínir bókstavir, Th.d; D.Th, ella hvat Sørin tú breggjar tær av, broyta ikki fakta.
So segði hann: Eigið tit tykkara bókstavir, meðan vit hini halda okkum til Guð og sunna fornuft.
Tykkara høgt lærdu dárar; gudleysir, darwinistiskir, Hamas-stuðlandi, móður-jørð-tilbiðjandi, veðurlags-svassandi, feminismu-sussandi, sodomu-synd-trýstandi, tolsemis-tvassandi dárar. Dárar, dárar, DÁRAR!.
Sami dárin sat á KVF síðsta sunnudag og segði tríggjar ferðir, at Guði dámdi væl Nóah, tí at hann var tolsamur og tolerantur. Nei, Guð segði við Nóah í teimum íblástu skriftunum: Teg havi eg sæð rættvísan frammi fyri mær í hesi ætt (Genesis 7:1 FKJ). Rættvísur er ikki tað sama sum tolerantur, heldur tvørturímóti. Men, sum tey politisku amboð, tit eru, so sáa tit tolsemis-boðskapin hjá ES, fyri at fyrireika heimin til New World Order Anti-christs. Tolsemi er ikki eitt bíbilskt virði, tað er aldeilis falskt, tað vil eg heilsa bispi, tí at tolsemi biður um, at man skal finna seg í øllum og ikki átala ella írættseta fals, synd og lygn. Bíbilsku dygdirnar eru tolmóð og tol, sum knýtast at sonnum kærleika, tí at tá sigur tú øðrum Guðs orðs sannleika um alt, tí at tú vilt teimum tað besta, at tey skulu venda um til Jesus, trúgva sannleikanum og verða frelst. Hetta er ikki tað, sum tolsemin hjá ES, bispi og ófrelstum prestum og gudfrøðingum biður um. Tann andi, sum drívur tey, er andi hesa heims, sum er andi anti-christs, har tey vilja spenna allar trúgvir saman til eina, undir einum heimsstjórnara. Sannleikin er, at Jesus Christus er einasti vegur til Faðirin og at eingin kemur til Faðirin uttan við honum.
Politikarar, sum tosa barnagarðsmál
Síðan má eg eisini viðmerkja, at tað er ófatiligt, at politikarar, sum annars áttu at verið so mikið gávaðir, at teir í minsta lagi dugdu at tosa, fyri knøppum ári síðani tosaðu javnan um “samráðingarnir”. Altso, eitur tað “samráðingarnir teir”, ella “samráðingarnar tær”? Jú, “samráðingin hon”, “ein samráðing”, og so “samráðingarnar tær”, sjálvandi!. Ja, tað vita hesi uppblástu róthøvdini opinbært ikki eingong! Hvussu skal man so taka tey fyri fult?
Havi eisini hoyrt ung fólk siga “rokningarnir”, men allíkavæl tosa tey um “eina rokning” í kvennkyni. Gev mær kraft altso: Rokningarnar tær! Og einkið annað.
Hvør er orsøkin?
Hvør er so orsøkin til, at hetta yngra ættarliðið missir sín fatanarliga førleika og ikki longur dugir at tosa, men tosa sum smábørn?
Jú, tað finna vit í Guðs orði, í Rómverjabrævinum kapitul 1, versum 21-22: Av tí at, tá ið teir kendu Guð, dýrðmettu teir hann ikki sum Guð, eiheldur vóru takksamir; men gjørdust fáfongdir í sínum ímyndanum, og teirra fávitskuta hjarta varð myrkjað. Váttandi seg at vera vísar, gjørdust teir dárar.
– Tá ið fólk venda Guði bakið og fara at líta á mannligan, gudleysan lærdóm, tá fara tey at vátta seg at vera so vís, men tá eru tey í veruleikanum dárar. Tey skoyttu ikki um Harran Jesus, tey gloyptu darwinseitri í skúlanum, fóru so niður til kavheidnu Danmørk at lesa víðari til dára í sjey ár, og koma so aftur sum trífaldir dárar og herdaðir gudloysingar, sum nú eiheldur duga at tosa. Hvat ger so landið, fyri at betra um málsligu støðuna? Jú, tað setur á stovn eitt Málráð, sum á fyrsta almenna fundi sigur, at “paskini tey” er líka gyldugt sum “páskirnar tær”, – hvat tað so vissuliga IKKI er, tí at páskir er eitt fleirtals kvennkyns orð – í sjálvum stovninum – júst sum brillur og buksur eru fleirtals kvennkyns orð – í sjálvum stovninum. So tey siga, við øðrum orðum, at tú gott kanst lata sum um orðið ikki er tað, sum tað í veruleikanum er, tí at soleiðis siga nú tey flestu kortini, – so fleirtalið vinnur. Men hvat um fleirtalið ikki hevur rætt, men eru óupplýst og óvitandi? Skal tað rætta so boyggja seg fyri tí óvitandi fleirtalinum? Tað halda tey opinbært! Eg sigi so: Kortanei!. So at, um so nógvir føroyingar siga “páskini tey”, so er og verður tað tó aldeilis rangt, og tað, og eina tað, skuldi eitt málráð sagt, ella bara pakkað saman, – hvat tey so eisini máttu.
Tvær sótu leingi á kynsvillingarstovninum í sendingini Málteigurin. Og hvat gjørdu tær? Jú, ístaðin fyri at stramma upp og halda eftir, sum tað so sanniliga er tørvur á, so góvu tær ferð eftir ferð eftir fyri fáfrøðini og søgdu, at soleiðis og soleiðis siga fólk nú einaferð, so soleiðis varð tað nú vorðið. Sum um tað talaði svassið skal vera tað, sum skilgreinar málið. Nei, tann sakligi og søguligi sannleikin eigur at ráða. Sjálvandi!. Sendið allar sendingarnar “Orðabókin” hjá Jóan Hendrik Winther Poulsen umaftur. Tað var mergjað tilfar og á munandi hægri støði.
Hasin feilfylti Portalurin
Og so er tað hasin portalurin, har eingin dugir at stava, men sum er tann síðan, sum allir føroyingar fara inn á dagliga og sum tí dálkar eygu og sinni. Altso, kunnu landsins myndugleikar ikki gera so væl og geva einum fólki løn fyri at rættlesa hvørt eitt einasta orð, sum verður lagt út á portalin? Álvaratos! Tú lesur ein tjúgu linjur langan stubba og sært minst einar 15-20 grellar feilir hvørja ta einastu ferð, – sjálvt í yvirskriftum!.
Tað mest ófatiliga er, at man enntá skal koma á tal við ung fólk, sum siga seg vera fólkaskúlalærarar, men sum ikki duga at skriva føroyskt. Hvat er hent við fólkaskúlanum? Umstøðurnar verða betri og betri, men støðið bara lækkar og lækkar. Er tað ikki minsta treyt – og heilt innlýsandi – at lærarin má hava valdið á skúlastovuni, og at óargaskapur má fáa rættvíst endurgjald? Tey allar flestu ungu í tjúgunum, sum eg tosi við, tosa sum stór smábørn og duga als ikki at stava. Sløkkið allar telefonir á skúlanum, komið aftur til at terpa á talvuni, og takið gomlu, mergjaðu føroysku lesibøkurnar fram aftur. Annars kunnu tit halda fram at vera teir dárar, tit eru, og framleiða enn størri dárar enn tit sjálv eru. Eitt veit eg: Eg hevði so ikki boðið meg fram, at verið lærari í einum flokki við tjúgu næmingum, um tað ikki var heilt greitt, at eg hevði valdið í stovuni, og at tey skuldu tiga, lurta, akta og læra. Hitt ber als ikki til!. Tað veit ein og hvør, við eitt sindur av skili í bollanum.
Strangleikin vinnur
Frá 1981-1985 gekk eg í skúla í Lerwick í Hetlandi. Har var skil í. Var tímin byrjaður og tú komst ov seint, so slapst tú ikki inn. Ein mátti rætta hondina upp og spyrja virðiliga, um ein kundi sleppa á vesi. Og vart tú eitt bartrog, so skrivaði lærarin á ein lepa, hvat tú hevði gjørt, og sendi teg til skúlastjóran við lepanum. Hann hevði eina linjuál ella leðurreim, sum tú varðst flongdur við, annaðhvørt á gumpin, ella á handalógvan. Fekk nakar skaða av tí? Nei, ikki inn í eygað. Sviðin og skommin gjørdu sítt gagn. Tey fingu bara gott av tí.
Hetta vinstrahalla pedagogiska gorrið (pedagorrið) og svassið hevur spilt alt, ikki bara siðaliga, men eisini fatanarliga, – so mikið, at nú duga ung hvørki at tosa ella skriva.
Niðurstøða
Ein myndamaður segði einaferð við meg, at kom ein familja at taka myndir hjá honum, og børnini vóru garrvill og óstýrlig, so gretti tað ikki, at mamman var pedagog; men kom ein gamaldags familja uttan av bygd at taka myndir, so vóru børnini fitt, still og hampilig.
Annars má eg nýta høvið at ávara teg og siga tær opinskárt, at Jesus rykkir brátt sína brúður burt – og triðja heimskríggj man tá byrja um tað mundið.
Verður tú tá burturryktur, ella brendur?
Vent tí nú um til Harran Jesus Christ í dag – og kom við!
A M E N.
Sjúrður-FKJ-Højgaard.