Lýsing
Lýsing
Lýsing

SF: Tað er nakað heilt serligt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.08.2025 - 12:42 Mentan Tíðindi

– Tað er nakað heilt serligt at standa á pallinum og spæla míni egnu løg. Tað hendir altíð okkurt millum áhoyrarar og tónleikarar, sigur Lena Anderssen

 

Lena Anderssen hevur konsert á Summar Festivalin í ár. Dugnaliga songkvinnan hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum.

Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir. Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu.

Í fjør kom sætta útgávan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, og talan var um stórverk, sum fekk bestu skoðsmál frá ummælarum. Eitt nú lat Sosialurin í ummæli seks av seks stjørnum.

Seinasta árið hevur Lena Anderssen – sum nakað nýtt – útgivið tveir sangir á føroyskum máli. "Dugir tú at tosa føroyskt" hevur verið stórt hitt, og herfyri kom sangurin "Við hetta borðið".

Lena hevur ígjøgnum árini spælt óteljandi konsertir heima og burturi, og tað kennist sum nakað serstakt at fara á pallin frammanfyri fólki.

– Tað er nakað heilt serligt at standa á pallinum og spæla míni egnu løg. Tað hendir altíð okkurt millum tónleikararnar, men eisini millum áhoyrararnar og tey á pallinum. Fólkini, sum lurta, eru eisini við, sigur Lena Anderssen.

Lena Anderssen spælir leygarkvøldið saman við bólkinum á Summar Festivalinum. 

 

Her ber til at síggja video-samrøðu við Lenu Anderssen:

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum
SF: Vit verða líka kløkkir hvørjaferð
Kári Sverrisson heingir eitt ljótt, ljót…
Nakrar málsligar eygleiðingar
Nú nærkast – ein av teimum allarstørstu…
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…