Lýsing
Lýsing
Lýsing

Listaframsýning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.08.2025 - 23:11 Mentan Tíðindi

Á Summar Festivalinum, fríggjadagin 8. august, letur framsýning upp í Gallarí Á Stongunum við listaverkum hjá Miu H. Smith, Rólant Lenvig av Reyni, Anni Haraldsen, Simon Fensholm, Bjørg Mohr og Ólavi Thorsteinsson.

 

Fernisering verður fríggjadagin 8. aug. kl. 17.

Danny Baldursson undirheldur við sangi og tónleiki.

Ábit verður. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Framsýningin er opin hesar tíðir:

  • 8. aug. kl. 17-20
  • 9. - 10. aug. kl. 14-20
  • 11. - 17. aug. kl. 16-18

 

Listafólkini:

 

Mia H. Smith

Mia er grafiskur sniðgevi og arbeiðir sum Art Director á samskiftisfyritøkuni Nudlavirkið. Hon málar, teknar og arbeiðir við mixed media úr endurnýslutilfari. Mia hevur teknað til barnabøkur og animeraðar lýsingar, sum Sig Frá og ABC fyri Sálarliga heilsu. Hon fær m.a. íblátur úr teknifilmum, og hetta sæst aftur í litríku og naivu verkunum, sum lýsa álvarsom evni við humor.

 

Rólant Lenvig av Reyni

Rólant hevur teknað meginpartin av hansara lívi og hevur lokið sær eina BA í Fine Arts, tá hann læs Illustratión í AIU London. Verkini til hesa framsýningina eru prent, ið eru skorin direkta á linoleum uttan skitsu ella fyrireiking.

 

Anni Haraldsen

Anni Haraldsen seymar listaverk burtur úr klædnarestum, garni og túll, so tú sum áskoðari kann koma at ivast í, um myndin veruliga er seymað og ikki málað. Tað eru serliga landsløg og bygdaløg úr Føroyum, sum eru motivini á áseymaðu listaverkunum hjá Anni.

 

Simon Fensholm

Simon málar á einum nútímans expressivum máli við kraftigum penslastrokum og við klárum farvum. Myndir hansara samantvinna abstraksjón og afturkenniligar formar í samansettum humoristiskum motivum, sum avspegla órógv í tíðini, spurningar um samleika og tørvin eftir kontrol. Úttrykkið er direkta og sansaligt, men rúmar eini undirliggjandi refleksjón yvir okkara modernaða lívsform.

 

Bjørg Mohr

Bjørg hevur altíð fingist við tað kreativa. Hon fæst mest við andlit og planleggur onki frammanundan – hon fer har, sum kreativiteturin tekur hana ta løtuna. Henni dámar best at tekna, men roynir fyri tíðina ymisk onnur ting fyri at útfordra stílin hjá sær eitt sindur.

 

Ólavur Thorsteinsson

Listarleiðin hjá Ólavi hevur verið fjølbroytt. Hann hevur roynt seg innan fleiri greinar av myndlist, so sum figurativt, klassiska tekning og streetart/graffiti. Verkini í hesi framsýning eru úrslit av eini longri tilgongd, ið hevur havt arbeiðsheitið ‘Postcards From Afar.’ Við bundnari uppgávu í hesum heiti, hevur hann leitað sær aftur til klassisku og siðbundnu føroysku landslagsmálningarnar og til tey romantisku og nostalgisku minnini, ið liggja djúpt í honum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Forvitnis­lig vinnumessa við Tjarnir
Syngið við í Christians­kirkjuni
Hugni við bátabrúgvar­nar í kvøld
KÍ hevur 2-0 leiðslu við til Ungarn
Myndarøð:KÍ vann 2-0 á Neman úr Hvítarus…
Sambands­flokku­rin og monopolið
Listaframsýning
Nik & Jay: Tað verður ein oyggja­rveitsla
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin…
Oyggjaleika­nevndin hevur sjálv skapt ein…
Viðmerking til Tórbjørn Jacobsen um eldr…
Her fáast armbond uppá
SF: Vit koma við nógvari orku og gleði
Rætting til Liljuna Weihe
Hanus og Jákup vitja Norðlýsið
Vit eru klár
Føroyar sosialt av sporinum
Meðan meirilutin bíðar eftir “Kommunuætl…
Upptakt: KÍ-Neman