Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fíggjarligur bati fyri smærri vinnurekandi

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  07.08.2025 - 17:14 Politikkur Tíðindaskriv

Smærri vinnurekandi verða fevnd av lóg um sjúkradagpening, tá starvsfólk verða langtíðarsjúk

 

Verður eitt starvsfólk hjá privatum arbeiðsgevara langtíðarsjúkt, hevur arbeiðsgevarin í dag skyldu at rinda viðkomandi løn í minsta lagi 5 mánaðir, og arbeiðsgevarin hevur ongan rætt at fáa hesar lønarútreiðslur endurrindaðar. 

Fyri smærri vinnurekandi, sum hava fá starvsfólk í starvi, kann tað hava sera keðiligar fíggjarligar avleiðingar fyri fyritøkuna, at starvsfólk gerast langtíðarsjúk.

 

Mælir til at gera broytingar

Landsstýrismaðurin í Almanna- og Mentamálum hevur í dag sent uppskot um broytingar í lógini um dagpening út til almenna hoyring. Broytingarnar merkja í høvuðsheitum, at lógin um sjúkradagpening eisini er galdandi fyri smærri vinnurekandi.

 

Núverandi lóg kann vera ein forðing hjá smærri vinnurekandi

Arbeiðsgevarin hevur í dag skyldu at rinda starvsfólki løn frá fyrsta fráverudegi, líka til viðkomandi aftur er vorðin frískur. Eftir 120 dagar við sjúku, kann arbeiðsgevarin við vanligari uppsagnarfreist siga viðkomandi úr starvi.

Í summum førum er neyðugt hjá tí vinnurekandi at seta ein avloysara í starvið ella rinda einum øðrum fyri at loysa uppgávurnar hjá tí langtíðarsjúka, og tann vinnurekandi má í tílíkum førum rinda tvær lønir í eitt tíðarskeið. Tað eru dømi um smáar fyritøkur, sum eru komnar í fíggjarligt óføri av hesum.

 

Mál í samgonguskjalinum

Sambært samgonguskjalinum skal rætturin hjá smærri vinnurekandi til sosialar skipanir, eitt nú sjúkradagpengar, endurskoðast.

Við hesum uppskotinum sum fyriliggur, tekur landsstýrismaðurin tí stig til at geva smærri vinnurekandi møguleika at fáa endurrindaðan ein stóran part av lønarútreiðslunum til starvsfólk, ið eru sjúk longur enn 4 vikur.

Skipanin verður í fyrstu atløgu galdandi fyri smærri vinnurekandi, sum seinast álíknaða inntøkuár ikki hava havt samlaðar lønarútreiðslur fyri meira enn 4 mió. kr. 

Nú eru broytingarnar sendar út til almenna hoyring, og er ætlanin hjá landsstýrismanninum, Eiriki Í Jákupsstovu, at uppskotið verður borið í Løgtingið í heyst.

Verður fær tað virknað 1 januar 2026, verður tað samtykt.

.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…