Lýsing
Lýsing
Lýsing

200 fjórðingar - Okkara ogn og rættur

SKRIVAÐ: Sigrid J. Dalsgaard  |  10.08.2025 - 15:24 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Kunnu moralskir reiðmenn hava við sær einar veikari Føroyar ?

 

 

Síðani 1977 hevur Føroyar alsamt vunnið og vart síni rættindi at virka innanfyri sítt sjómark. Hetta var okkara fyrsta fet í uttanríkispolitikki.

Eitt fólk má tryggja sær eitt støðugt og viðvarandi spísikamar – og eitt búskaparøki. Greitt er, at júst hesi rættindi eru avgerðandi, fyri okkara búskaparvøkstur, fyri okkara vinnu og fyri okkara áhaldandi menning sum tjóð.

 

Uttanríkispolitikkur – nær eru revsitiltøk pínlig?

Vit lesa yvirskriftir í donskum tíðindamiðlum, m.a. fóðraðir av okkara egna valda umboði á fólkatingið, um at vit eru so pínlig, at vit loyva svartlistaðum skipum inn um okkara fiskimark. Samstundis sigla russisk skip beint undir Oyrasundsbrúnni, og manningarnar kunnu veitra bæði til danir og sviar.

Hóast eitt ótal av revsitiltøkum; ES er pínliga rokkið til revsitiltak nr. 18 í juli 2025, so hevur hetta lítið og einki broytt støðuna hjá Russlandi. Broyting kom ikki í, fyrrenn Ukraina fekk vopnamegi til at leypa á Russland. Tann, sum er í verjustøðu, hevur einki at tingast við, men um tú hevur megi til at leypa á og flyta landamørk, tá kann bjørnin kroystast til at setast við borðið.

Tíverri tók tað alt ov langa tíð at geva Ukraina neyðugu vápnini og heimildarnar at leypa á frá luftini. Hetta hevur givið Russlandi nógmikið av tíð at styrkja sína støðu í hertiknu økjunum, og tíð til at styrkja síni fíggjarligu bond við grannarnar eystanfyri, men sannliga eisini vestanfyri. Tað hendir ein tillaging yvir tíð, og tískil er tað sera sjáldsamt, at revsitiltøk rigga. Revsitiltøk kunnu rigga, tá tað snýr seg um smærri tjóðir, sum tá vit sjálvi hava verið rakt av hesum, men revsitiltøk darva ikki Russlandi stórvegis.

Revsitiltak nr. 18 hjá ES fevnir m.a. um skuggaflotan og at minka um yvirskotið, sum Russland hevur av at selja olju. Tá Norra so hugagóð taka undir við hesum, kunnu egin sjálvsøkin áhugamál vera viðkomandi, tá Norra eisini selur olju&gass og hevur fylgi hesum miðli vunnið 800 milliardir krónir av krígnum í Ukraina.

 

Samstarv – hóast kríggj

Hvørt heyst síðani Russland leyp á Ukraina, vaknar kjakið av nýggjum, um hvørt Føroyar skal slíta samstarvið. Russland hevur ført minst sjey kríggj móti sínum grannum síðani 1977. Alla hesa tíð, og síðani innrásina í Ukraina, hevur Russland selt og keypt frá okkara sameindu. Eisini aftaná at Krim-hálvoyggjin bleiv tikin frá Ukraina í 2014 og landamarkið teknað av nýggjum.

 

Útlit fyri at kríggi “endar” ?

U.S.A. hevur egin sjálvsøkin áhugamál í Ukraina, og komandi fríggjadag sessast USA og Russland við borðið. Ukraina er ikki boðið við til fundin í Alaska (“funfact”: Russland seldi Alaska til USA í 1876, 20 ár seinni byrjaði Klondike gull ævintýrið). Stórtjóðirnar ætla at avgera framtíðina hjá Ukraina, og hóast Ukraina er eitt risaland við fleiri milliónum íbúgvum, so kunnu tey gerast ein lítil finna á geopolitiska talvborðinum.

 

Hvussu hótt eru vit ?

Um vit meta, at ávís russisk skip eru ein hóttan fyri okkara trygd, so skulu vit sjálvandi taka støðu til tað. Vit kunnu t.d. heita á Vørn, ella danska hervald okkara, um at kanna eftir, um skipini hava útgerð, sum er hættislig fyri okkara trygd.

At eigarin hjá Melkart er vinur bølmenni Putin, er ikki nóg góð grundgeving fyri at slíta bilateralt samstarv á fiskiveiðiøkinum. Eg kann ikki ímynda mær annað, enn at allir handilsmenn í Russlandi, eru “vinir” hjá Putin, tá sjón gongur fyri søgn, at tey sum hava vald ella pening, og ikki fylgja boðum frá Putin, tey detta út gjøgnum vindeyga. Soleiðis er russiskt autokrati.

 

Hvør hevur hægsta moralin ?

Eg vil sera fegin frábiðja mær lyftan peikifingur um moral frá okkara umboðum í Danmark ella frá  dønum yvirhøvur. Sambært danska uttanríkismálaráðnum, er virði á samhaldinum við Russland 5 milliardir DKK. Beinleiðis íløgur við donskum penningi í Russland í 2023 var 6 milliardir DKK.

Sambært Danwatch, framleiður Rockwool framvegis í Russlandi, og m.a. vera teirra vørur brúktar til at bjálva russisk herskip, sum síðan bumba Ukraina. Vit fara at senda skjóttgangandi bátar til Ukraina, at stríðast móti hesum somu skipum. Og á hendan hátt gera vit okkara fyri at stuðla Ukraina, á sama hátt, sum onnur lond, sum vit vilja samanbera okkum við.

 

Revsa vit okkum sjálvi ?

Um vit velja at enda eitt samstarv ella um vit velja at gera fleiri revsitiltøk, skal tað vera tí at vit meta, at tað er rætt fyri okkara tjóð. Tá er neyðugt, at vit fáa í lag aðrar avtalur, sum koma ístaðin og geva okkum sama fjølbroytni og styrki, sum verandi avtala. Vit hava longu bilateralar- og strandalandaavtalur við okkara grannalond, og tískil er trupult at síggja, hvat ið fæst ístaðin, um samstarvið við Russland verður kvett einvegis. So kaldur og kyniskur sum handils- og uttanríkispolitikkur er, so skulu vit ikki halda, at grannar okkara taka um endan og kompensera fyri missin. Tað er nú ikki so drúgv tíð gingin síðan ES (við Danmark) setti revsitiltøk ímóti Føroyum.

Ein annar vandi, um eingin sáttmáli er, er ovurfisking. Tá tapa øll, men tað rakar okkum sum fiskivinnutjóð harðari, enn aðrar tjóðir, sum hava ein fjølbroyttari búskap.

 

Okkara ogn og rættur – okkara ábyrgd fyri okkum sjálvum 

Vit hava vunnið rættin, at handla við okkara egna tilfengið. Hetta er ikki sjálvsagt, tá vit ikki eru ein sjálvstøðug tjóð. Einki ikki sjálvsagt, ei heldur fyri eina sjálvstøðuga tjóð, sum sæst á ósemjuni millum Frakland og Bretland, har m.a. fiskiveiðurættindi og trygd verður flætta saman.

Vit hava vunnið okkara rætt og vit skulu tryggja okkum skilagott og væl til framtíðina.

 

Sigrid J. Dalsgaard

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
200 fjórðingar - Okkara ogn og rættur
Besta slóðin til fjallaslóðir
Sólin hevur skinið á Árna og KÍ
Dynamit spælir á midnátt leygarkvøldið
Einvegis ferðsla hjá KÍ
KÍ vann 7-0 á B68
SF: UB40 er framskundað í kvøld
Nettup fyri hesa tíð hvør veit?.
Eg eri sera glaður fyri at sleppa til Fø…
Upptakt: KÍ-B68
Samrøða um Neman Grodno
Samrøða við Steintór Rasmussen
Anna Lovisa setur Summar Festivalin í go…
Fíggjar­ligur bati fyri smærri vinnurekan…
Vælkomin á tónleika­fagnað!
Tíð at liva
SF: Í kvøld spæla Nik & Jay á Vágsbø
Hvar er ágrýtnið hjá leiðsluni?
Nik & Jay koma við øllum tí besta
Kom við til eina hugnaliga løtu í Gamla…