Lýsing
Lýsing
Lýsing

Drós í Ólavsstovu sett sum ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og vinnumálaráðið  |  11.08.2025 - 09:46 Tíðindi

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sett Drós í Ólavsstovu í starv sum ráðgeva í Mat- og tilfeingishúsinum

 

Drós er útbúgvin fiskivinnutøkningur og hevur síðani hægri útbúgving í matvørugóðsku og -trygd. Hon hevur drúgvar royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi innan framleiðslu og góðskuskipanir í virkjum, sum menna matvørur, fóður og aðrar vørur úr fiski, kjøti og plantum.

Fremsta uppgávan hjá Drós verður at menna kveikjandi karmar fyri mat- og tilfeingismenning í góðum samstarvi við granskarasetrið iNOVA, sum virkar undir liðini á nýggju menningareindini, í bygninginum hjá Vinnuframa á Hoyvíksvegnum í Havn. Bygningurin, sum helst er mest kendur fyri at hava hýst Rúsdrekkasølu landsins, hevur seinastu mongu árini verið karmur um eitt tvørfakligt granskingarumhvørvi fyri biotøkni.

“Vit skulu fáa mest møguligt burturúr okkara rávørum; minka matspill, økja sjálvbjargni og menna nýggjar burðardyggar vørur, so Føroyar gerast eitt fyrimyndarsamfelag, har einki tilfeingi fer til spillis.” sigur Drós í Ólavsstovu


Nevndin fyri granskarasetrið iNOVA hevur nú valt at leggja størri dent á at menna nýggjar vørur úr okkara ríka tilfeingi. Henda nýggja strategiin hóskar sera væl til ætlanirnar hjá bæði Vinnumálaráðnum um at menna fleiri landbúnaðarvørur og hjá Fiskimaálaráðnum um at røkka fulla gagnnýtslu og fáa størri virði úr tilfeinginum úr sjónum.

Drós tekur við starvinum 1. september.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…