Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskir politikarar skilja ikki antitrust

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.08.2025 - 21:28 Politikkur Tíðindi Vinna

Á Fiskivinnutinginum á Sjómannadegnum varð komið inn á antitrust-fyribrigdið, sum føroyskir politikarar tykjast hava misskilt kollektivt. Endamálið við antitrustlóggávu er at verja endabrúkaran, meðan hon í Føroyum kann brúkast sum amboð at steðga vinnuligum vøkstri í fiskivinnuni – og verður brúkt til tað, tá tosað verður um ”nærstandandi feløg”.

 

 

Høvuðsendamálið við at hava antitrust-lóggávu er, sambært m.o. búskaparfrøðinginum Hans Ellefsen, at fyribyrgja, at monopol íkemur á marknaðinum. Tað er tí misskilt at brúka antitrust-lóggávu til føroysk reiðarí, sum selur tað allarmesta av fiskinum, um ikki allan, til útflutnings, har hann fer á útlendskar marknaðir, ið als ikki eru hóttir av nøkrum føroyskum monopoli.

Á Fiskivinnutinginum í Klaksvík trivu formaðurin í Reiðarafelagnum og formaðurin í Búskaparráðnum í hendan sama problematikkin, nevniliga at antitrust verður brúkt skeivt av føroyskum politikarum.

Antitrust-lóggáva er upprunaliga gjørd fyri at verja brúkaran, sum í hesum føri vil siga útlendska keyparan av fiskinum, til dømis ein, sum keypir sær fisk & chips í London. Um ein einstøk fyritøka veksur seg so stóra og einaráðandi, at hon kann skrúva prísin á fiski & chips í London uppeftir, so er relevant at seta inn við antitrust-lóggávu. Men tað kann ongin føroysk fyritøka, og Landsstýrið hevur tí onki at verja keyparan í London ímóti.

 

Ikki skilagott at petta vinnuna sundur

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, førdi fram, at tá vit nú hava havt støðugt vaksandi veiðivirði, so vóru hyggjuráðini til politisku skipanina at halda fast um góðu gongdina, herundir eisini galdandi avmarkingar, soleiðis at fiskivinnan kundi gerast meira og meira effektiv, og soleiðis, at tað eisini varð meira í landskassans part. Men í staðin tók politiska skipanin og lutaði fleiri pelagisk loyvi út. Vit eru farin frá at hava 7-8 pelagisk loyvir í 2010 til at hava umleið 17, t.v.s. at vinnan verður pettað sundur í smærri bitar.

Johnny í Grótinum vísti eisini á, at tað at so nógv nýggj loyvir eru givin, ikki minst gjøgnum útlutaðu menningarkvoturnar, kann gera, at vit fáa eitt kapasitetspress, tá strandalandaavtalur skulu gerast. Tá mongdirnar/kvoturnar minka aftur, so fer at verða eitt trýst á fyri at konsolidera vinnuna, við at reiðarí tá fara at vilja keypa onnur reiðarí upp. Og tá kann antitrust-markið gerast ein stórur trupulleiki.

Stefan í Skorini vísti somuleiðis á, at tað, at vit hava fingið fleiri uppsjóvarskip, er eitt av teimum tingunum, sum ger, at tilfeingisrentan gerst minni.

 

Vildu gera vinnuna ineffektiva fyri at verja seg sjálvar

Formaðurin í Búskaparráðnum heldur lítið um argumentið, at miðsavningarreglurnar skuldu gera, at reiðaríini fingu minni ávirkan á føroysku politikararnar. Við miðsavningarreglunum høvdu politikararnir farið inn við lóggávu og sagt, at ”Vit mugu gera tingini meira ineffektiv; vit mugu hava nógv smærri fiskivinnufyritøkur, tí at vit eru nakrir politikarar, sum man má taka hensyn til”.

Tvørturímóti hevði tað gagnað bæði føroyska búskapinum og landskassanum, at fyritøkurnar vórðu drivnar meira effektivt. Um onkur fyritøka verður ”too big to fail”, kann vandi vera á ferð, men vit eru als ikki har í Føroyum”, segði Johnny í Grótinum. Hann fegnast um, at samgongan slepti ætlanini um at gera antitrust-mørkini uppaftur lægri, enn tey longu eru.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varaleiða­rin legði búffar á grillina
So er klárt til ókeypis Fish and Chips í…
Julian knústi føroyska metið
Føroyskir politikarar skilja ikki antitr…
Vatnkríggj í fagrasta veðri
Myndarøð: Fiski­kapping á Sjómanna­degnum
Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokr…
Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi…
Norðoya Tjóðveldis­felag fegnast um Russl…
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Frásøgn um eina av lívshendingu­num frá B…
Lands­stýris­kvinnan á Aqua Nor í Tróndhei…
Adrenaline við nýggjum staklagið