Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru eins long

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  21.08.2025 - 09:08 Politikkur Tíðindaskriv

Í 2025 broyttu Bygdaleiðir prísirnar á fleiri leiðum. Tað kann undra, at eitt nú farleiðin í Vágar er so lutfalsliga kostnaðarmikil. Jóhannis Joensen, tingmaður, hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum fyrispurning um málið.

 

Bygdaleiðir eru almenn bussleið, sum skal gera tað lættari, betri og bíligari at ferðast runt landið. Ynskiligt er sjálvandi, at so nógv fólk sum gjørligt nýta hesar almennu farleiðir, tí hetta minkar um trýstið av vaksandi talinum av bilum á vegunum.

Prísbroytingar vórðu gjørdar í 2025, og hesar kunnu, sambært tingmanninum úr Javnaðarflokkinum, tykjast avbjóðandi. Tað kann til dømis undra, at ymiskir prísir eru ásettir, hóast vegastrekkini eru líka long.

Sum dømi nevnir Jóhannis Joensen, at vegalongdin úr Sandavági til Tórshavnar er 38,15 km pluss undirsjóvartunnil, og ferðaseðilin kostar 95 kr. Farleiðin úr Vestmanna til Tórshavnar er á leið líka long, 38,38 km, men ferðaseðilin kostar 55 kr.

Tað vil siga, at koyring ígjøgnum Vágatunnilin kostar hvørjum ferðandi 40 kr., hóast ein einvegis túrur við bussi sambært www.tunnil.fo kostar 25 kr.

Fyri at fáa greiði á hesum málinum, hevur Jóhannis sett hesar spurningar til landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen

1. Hvør er grundgevingin fyri, at prísir hjá Bygdaleiðum eru ymiskir, hóast vegalongdirnar eru tær somu?

2. Metir landsstýrismaðurin, at tílíkir prísmunir kunnu elva til minni nýtslu av Bygdaleiðum?

3. Eru ætlanir um at endurskoða og broyta prísskipanina við atliti at møguligum ójavnum?

4. Eru ætlanir um at skilja ímillum útlendingar og fastbúgvandi føroyingar, tá tað kemur til prísir við bygdaleiðum?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…