Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í sveitta andlits tíns

SKRIVAÐ: Birgir Kruse  |  21.08.2025 - 13:00 Lesarabrøv Politikkur

Vit menniskju hava tað til felags, at vit liva saman við øðrum, á vår Herres klinkekule, sum norðmenn siga, áleið sama lívsskeið og meginpartin av okkara arbeiðslívi. Neyvan nakað kann kløkka meg, sum andlát av einum javnaldri í Útvarpinum. Eitt skeið farið, eitt lív livað, men nú tikið burtur.

 

Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!

Soleiðis lesa vit kendastu orð um arbeiðaran í Halgubók, tyktandi grundarsteinurin undir øllum arbeiði síðan Luther lærdi okkum lýdni. So kend, at tey verða hildin fremst hjá politikarum, sum innan fráfaringaraldur royna at billa okkum inn, at teir hava sæð skriftina á vegginum, har hagtølini greitt siga, at vit verða eldri og eldri. Í politiskum orðabraski æt tað fyrr eldrabyrðan. Nú eru vit so mong í íbúgvapyramiduni, at vit umframt røktarútreiðslurnar, í nógv størri mun eru trygdin fyri bæði gjaldføri og Suðuroyartunnili. Vit eru tey gomlu, sum tey lægstløntu eru um.

At fáa jarðbundnu politisku endarnar at røkka saman, skjóta aldrandi livibreyðspolitikarar í stættarsamfelagnum tí rímiligvís upp, at arbeiðarin skal, alt av náði og fyri eina óumsetiliga atkvøðu, sleppa at verða longri og longri á arbeiðsmarknaðinum, tí hann, arbeiðarin, skal fíggja svíkjandi samhaldsfestið í skeiklaða vælferðarsamfelagnum, tí summi fakfeløg eru blivin so dýr hjá miðleingjuni av arbeiðandi fólki at fíggja.

Umframt arbeiðaran, skal eisini verða breyð til troytta livibreyðspolitikaran og prangandi kransakøkufigurin. Tað er lutur arbeiðarans. Hann skal rinda við møði og sveitta, teir dagar hann ikki fer á møti. So sum sagt verður í Halgubók.

Tað ger hann við at sleppa at forvinna pening á ellisárum, so nógvan sum aldri áður, nú allar tryggingar eru farnar úr gildi, limaskapur í fakfeløgum er sagdur upp og eftirlønargjaldið frá arbeiðsgevaranum kemur beint á kontuna, óskert og óskorðið.

Tað er størsta lønarhækking í mínum lívi. Takk fyri tað.

Uttan dýrkandi pseudo millumrokningar til samfelagsins sjakalar, sum Pól F kallaði teir. At bypassa alla samhaldsfasta fakligheit í samfelagnum eftir eitt heilt arbeiðslív. Tað er sjónarhorn av teim sjáldsamu, at hyggja niður í.

Jú, sanniliga er arbeiðarin løn sína verdur eftir sjeyogtrýss. Eri í góðari samrøðu sloppin at halda fram til eg verið tveyoghálvfjerðs, Inshallah, um Gud vil, sum er nýggjasta orðið í almennu donsku Orðabókini, og kunnaður um arkið við eldrapolitikkinum hjá landsstýrinum.

Einasta, ið er eftir, er at arbeiðsmarknaðurin tekur virðiligani ímóti aldrandi arbeiðarum, ið hava tikið politikaran og alt hansara starvslið, uppá orðið, og valt at støðast á arbeiðsmarknaðinum eitt bil afturat við útsettari pensjón, sum eg, eftir hagtølunum, fari at fáa lítlan part av, um tað yvirhøvur gevur mun og meining, í mótrokningum, sum onkur vælløntur nevndarformaður í berum sjálvfitni á onkrum almennum Excelskeiði hevur ásett.

Í hesum anda havi eg hugt eftir arbeiðsplássum, almennum og privatum, og einki starvslið ella funktión funnið, ið hevur gerontologi, ellifrøðiligan aldurdóm, í sínum skjaldramerki. Einki. Heldur ikki starvslýsing, har lýst verður eftir skikkaðum aldursfólki við einum livaðum lívi av royndum at oysa av. Nei, einki. Sum í nada.

Um tað er so, sum politikarar og teirra ráðgevandi starvsfólk í hægst løntu vælferðarstørvum siga, at gráa gullið skal tryggja samfelagsliga framtaksførið við klingandi silvurmynt, so má hetta síggjast aftur onkustaðni. Burtursæð frá einum rundskrivi, síggi eg tað ikki. Hvørki í útbúgvingum ella starvsheitum, fyrisiting, ráðstevnum, skeiðum, átøkum, heilsupolitikki ella kringvarpssendingum. Ongastaðani.

Men tað kann sjálvandi vera tí, at persónliga sjónin er viknað og fatanarevnini eru um at verða burtur. Í mínum føri, altso. Og at eg, fyri mít nývunna gjaldføri, skal keypa mær nýggjar Tom Ford brillur. Hvat siga hini? Hava tit varnast nakað gerontologiskt fagnaðarátak, nú vit skulu verða framtíðartrygdin?

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sab…
Í sveitta andlits tíns
Opið hús í Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi
Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnu…
Lítið av yngli í summar
Fiski­vinnu­ting í friðartíð
Sálarfrøðiligi fakfestivalurin
Djúpamýra og Másheygur
Hanus Kjølbro og Osmund Justinussen um E…
Silvitni í Varpinum
Reiðara­felagið: Tørvur á størri støðufes…