Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bogi Jacobsen, stjóri í samtakinum Varðin, ávarar um møguleikan fyri russiskum aftursvari, verður uppskotið hjá Sirið Stenberg um at svartlista russisk reiðarí samtykt. | Mynd: Kringvarp Føroya

Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta føroyska vinnulívinum dýrt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.08.2025 - 13:50 Politikkur Tíðindi Vinna

Við støði í einum illgruna hevur landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Sirið Stenberg, skotið upp at svartlista russisku reiðaríini Murman Seafood og Norebu JSC. Bogi Jacobsen, stjóri í samtakinum Varðin, ávarar um møguligar stórar avleiðingar fyri føroyska vinnulívið.

Kringvarpið veit at siga, at sambært Hagstovuni hava Føroyar útflutt fyri góðar 1,3 milliardir krónur til Russlands síðsta árið til 1. juli í ár. Føroyar seldu makrel til Russlands fyri 864 milliónir og sild fyri 380 milliónir krónur síðsta árið. Bogi Jacobsen, stjóri, stúrir fyri, at Russland kann svara aftur upp á revsiatgerðirnar við at seta forðingar fyri føroyska útflutningin til Russlands.

Eisini formaðurin í Reiðarafelagnum, Hanus Hansen, stúrir fyri avleiðingunum. Tekur ein meiriluti av Løgtinginum undir við Sirið Stenberg, kann avleiðingin vera, at Russland ikki vil gera sáttmála við Føroyar aftur, og tað at verða ein katastrofa fyri Barentshavs-flotan, sigur hann við Kringvarpið.

Hanus Hansen sigur, at hann ikki skilir, hví Sirið kemur við hesum uppskotinum, tá talan einans er um ein illgruna. Landsstýriskvinnan sigur sjálv við Kringvarpið, at sum hon hevur fingið tað fortalt, hava reiðaríini onki ólógligt gjørt í føroyskum øki. Men í lógaruppskotinum stendur, at ein illgruni er nøktandi grundarlag fyri at seta revsitiltøk í verk, eins og tað stendur tilskilað, at fyri at seta revsitiltøk í verk er ikki neyðugt, at illgrunin skal vera um, at tey hava framt nakað revsivert í Føroyum.

 

Innsløgini í Kringvarpinum kunnu hoyrast her:

Formaðurin í Reiðarafelagnum

Stjórin í samtakinum Varðin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…