Lýsing
Lýsing
Lýsing
Framúr konsert í gjárkvøldið | Mynd: Dávur Winther

Silvitni í Varpinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  21.08.2025 - 17:08 Mentan Myndarøð Tíðindi

Silvitni - eitt føroyskt kvinnukór, sum Cinthia González Parada stjórnar, sang so fagurt í Varpinum í gjárkvøldið.

Tær tóku seg saman at syngja í 2020 - ein lítlil bólkur av kvinnum, sum allar brenna fyri kórsangi.

Endamálið var at stovna eitt kór, sum var til reiðar at takast við fjølbroyttan og avbjóðandi tónleik. Tónleikaskráin fevnir víða og er sett saman av klassiskum og nútímans tónleiki úr øllum heiminum.

Síðani Silvitni varð sett á stovn í 2020, hevur kórið verið sera virkið. Tær hevur framført á festivalum, sungið til privat og almenn hátíðarhald og nógv onnur tiltøk.

Tær hava fyri kortum luttikið á European Choir Games, so kórið var sera væl fyri til konsertina í Varpinum í gjárkvøldið.

Konsertin, sum varð fyriskipað í samstarvi við Summartónar, eydnaðist avbera væl. Tað hoyrdist, at her var talan um væl samansungnar damur við drúgvum royndum, ið vístu síni kynstur undir konu hond Cinthia González Parada´s.

Framúr konsert!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…
Silvitni í Varpinum
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sab…
Í sveitta andlits tíns
Opið hús í Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi
Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnu…
Lítið av yngli í summar
Fiski­vinnu­ting í friðartíð
Sálarfrøðiligi fakfestivalurin
Djúpamýra og Másheygur
Hanus Kjølbro og Osmund Justinussen um E…