Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gráligt í erva í morgun, meðan gjørt verður klárt til stóra dagin í morgin. Vit skulu rokna, at tað er samdrigið alt vikuskiftið. Í dag og í morgin turt fyri tað allarmesta, og okkurt ælið sunnudagin. Lítil vindur, upp í 8 m/s onkra løtu. Í morgun sær veðurforsøgnin fyri Sjómannadagin gott út. | Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.08.2025 - 10:21 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer ein hátrýstryggur at liggja yvir Føroyum. Undir einum hátrýstryggi er veðrið vanliga gott, og tað fer tað eisini at vera í vikuskiftinum. Tað kemur ikki illa við hjá fyrireikarunum hjá Sjómannadøgunum.

Í dag er hátrýstryggurin beint yvir okkum, og tí melr hann av ymsum ættum. Ryggurin gongur spakuliga eystureftir og so við og við fer ættin at leggja seg millum landsynning og sunnan og fer so at liggja har fyri rest hetta vikuskiftið.

Einki brúgvalag við regni sæst í veðurkortunum nærkast okkum í vikuskiftinum.

Veðrið um vikuskiftið:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 4 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í kvøld fer hann at koma av landsynningi.

Hitin í dag 9 til 12 stig. 

Fyrrapartin í morgin og eitt sindur út á seinnapartin heldur sama veðrið fram – t.e. lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Tá líður á seinnapartin, veksur vindurin eitt lítið vet, upp í 3 til 8 m/s. Enn av landsynningi og enn samdrigið og yvirhøvur turt.

Hitin í morgin 9 til 13 stig.

Sunnudagin er lot til frískt lot sunnan og av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og í støðum mjørki og sirm ella driv, men eisini sól ella sólglottar, mest norðanfyri.

Eitt sindur lýggjari aftur, hitin fer at liggja millum 11 og 16 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…