Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi 1. hálvár 2025

SKRIVAÐ: Norðoya Sparikassi  |  22.08.2025 - 17:39 Tíðindaskriv Vinna

Fyrra hálvár 2025 var úrslitið eftir skatt 16,6 mió. kr. sammett við 25 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Seinasta árið er rentustøðið lækkað munandi og kemur tað útlánskundunum til góðar. Hetta hevur eisini við sær lægri rentuinntøkur til sparikassan.

Hóast úrslitið ikki er á sama støði sum undanfarna ár, so eru nevnd og leiðsla nøgd við gongdina fyrra hálvár 2025.

 

Virksemi

Útlánsvøksturin fyrra hálvár var 49 mió. kr., ið svarar til 2,2 %. Vøksturin er serliga til bústaðarendamál. Útlánini vóru tilsamans 2,3 mia. kr.

Innlánini øktust við 176 mió. kr. upp í tilsamans 2,9 mia. kr. Hetta er ein vøkstur á 6,5 %.

Innlánsavlopið fyrra hálvár var 609 mió. kr.

 

Grundrakstur

Grundrakstur er úrslit áðrenn virðisjavnan, niðurskrivingar og skatt.

Grundraksturin var 18,2 mió. kr. samanborið við 31 mió. kr. árið fyri. Hetta er ein lækking á 12,8 mió. kr. ella 41,4 %.

Rentustøðið er lækkað munandi í árinum og sæst hetta aftur í rentuinntøkum sparikassans. Harumframt hevur sparikassin seinastu árini gjørt stórar íløgur í høvuðsbygningin, og ávirkar hetta eisini útreiðslurnar fyrra hálvár.

 

Kapitalur og gjaldføri

Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri.

Kjarnukapitalurin fyrra hálvár var 28,5 % sammett við 26,8 % árið fyri. Lyklatalið fyri gjaldførið var 429 % í mun til lógarkravda minsta kravið á 100 %. 

 

 

 

 

Marner Mortensen, stjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…