Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í land av Sam fyri seinastu ferð, sum skipari

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  31.08.2025 - 23:33 Myndarøð Politikkur Tíðindi

Lítil samkoma var við landgangin á Sam um 23 tíðina í kvøld, tá Sámal Petur í Grund fyri seinastu ferð stóð við ábyrgdini av atløguni hjá ferjuni Sam við atløgurampuna á Stongunum.

Manningin hevði skipað fyri móttøkuni, so har vóru øll møtt, ið hoyrdu til skipið í dag. Manningin handaði Sámali Peturi eina fráfaringarheilsan við eini flottari blómukurv.

Sámal Petur greiddi mær frá, at tað nú eru liðin 21 ár síðani, at hann fekk starv sum skipari á Sam, og at hann nú er 67 ára gamalur. Upp á fyrispurning mín um, hvat hann gjørdi áðrenn tíðina við Sam, svaraði hann, at hann hevði siglt við fiskiskipum og verið millum annað í Barentshavinum undir Íslandi og aðrastaðni. Eina tíð hevði hann verið á Tingi og harafturat landsstýrismaður frá 94 til 97. Spurdur um hvat hann nú fór at taka sær fyri, segði hann, at hann átti ein bát, sum lá og bíðaði eftir sær, og umframt tað hevði hann sítt egna felag, ið eisini longdist eftir honum. Umframt hevði hann eisini  tað politiska at taka sær av, so hann bleiv ikki arbeiðisleysur við tað fyrsta.

Norðlýsið ynskir Sámali Peturi alt tað best framyvir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir