Lýsing
Lýsing
Lýsing
Grátt í erva í dag, og tað hevur meiri enn so kent úr honum viðhvørt. Tað er slavin luft sum rekur ímóti okkum hesa vikuna, og tað fer at síggjast á skýloftinum. | Mynd: faroeislandslive.com

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.09.2025 - 19:15 Tíðindi Veðrið

Hendan vikan er byrjað við, at lágtrýst liggur beint sunnan fyri Føroyar og dregur slavna luft ímóti okkum sunnaneftir. Hetta veðrið fara vit eisini at hava í morgin og ovurmorgin.

Hósdagin og fríggjadagin fer líka lýggj og slavin luft at reka ímóti okkum vestaneftir og av útsynningi. Yvirhøvur fer veðrið at vera tað sama sum í dag, men hann fer vesturum, og tað fer at gera mun á veðrinum í støðum kring landið.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Í morgin:

Fyrrapartin fer hann at liggja av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Móti middegi verður hann útsynningur og veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Loftið skýggjað og ælaveður. Út á seinnapartin gongur hann niður í sunnan. Um kvøldið er hálvskýggjað og bert okkurt ælið; um náttina ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.

Mikudagin:

Allan dagin sunnan, bert eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft við sólglottum og ælaveðri. Um náttina lítið lot av útsynningi. Hitin 8 til 14 stig.

Hósdagin:

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Út á seinnapartin gongur hann niður í sunnan og veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina eitt sindur meira vindur, frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 14 stig.

Fríggjadagin:

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 9 til 13 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…